Eldur kyknaði á Slættabergi

Eldur kyknaði á Slættabergi
Um sjeytíðina í gjárkvøldið fekk politiið fráboðan um, at eldur var í á brúnni á trolaranum Slættabergi, sum liggur við Langukai í Klaksvík.
Eldur kyknaði í gjárkvøldið á brúnni á trolaranum Slættabergi, sum liggur við Langukai í Klaksvík
Mynd: Jan Danielsen  
 
24.02.2024 - 11:17

- Fleiri sóu eldin, tí hesa løtuna mundu millum 15 og 20 fólk ringja inn at boða frá, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Sløkkiliðið kom skjótt á staðið, men tað var eitt sindur trupult at sløkkja, tí eldurin breiddi seg av brúnni niður í kømrini, ið eru beint undir brúnni.

Men um 10-tíðina í gjárkvøldið var eldurin sløktur.

Ógreið orsøk
Ikki er greitt, hví eldur kom í á Slættabergi, sum er yvir 40 ára gamal og ikki í vinnu longur.

Teknikarar frá politinum fara í dag til Klaksvíkar at gera kanningar fyri at fáa staðfest orsøkina.

Politiið sigur, at einar tveir tímar undan eldinum vóru eini 10 til 20 ungfólk sædd umborð á Slættabergi og einum øðrum skipi har.

- Vit vilja fegin frætta frá teimum ella hoyra frá fólki, sum kann hava sæð nakað, sigur vakthavandi hjá politinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483