Á Breddanum: Námsvinna á havbotninum og tvískattaavtalur

Á Breddanum: Námsvinna á havbotninum og tvískattaavtalur
Tvey evni eru í sendingini í dag
Reiðarafelagið fyri handilsskip eftirlýsir fleiri tvískattaavtalur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.03.2024 - 08:44

Ein semja tvørtur um politisku miðjuna í Noregi slóðar fyri, at fyritøkur kunnu søkja loyvi at reka námsvinnu á havsins botni.

Virðini eru ovurstór, og nógv bendir á, at virðismiklu ráevnini eisini eru í dýpinum føroyskumegin markið.

Men hvat er tað, sum krógvar seg í dýpinum, hvørjar eru royndirnar aðrastaðni, og hvat er kostnaðurin? 

Tað spyrja vit millum annað í sendingini í dag.

 

Tvískattaavtalur og handilsflotin

Ein av stóru avbjóðingunum hjá føroyska handilsflotanum er, at Føroyar hava so fáar tvískattaavtalur, og tað hevur við sær,  at føroysk reiðarí ikki kunnu bjóða seg fram til uppgávur, sum í veruleikanum hóska væl til tær tænastur, sum feløgini kunnu veita.
 
Tað sigur formaðurin í Reiðarafelagnum fyri handilsskip, Jens Meinhard Rasmussen, í seinastu ársfrágreiðingini hjá felagnum. 

Politist kjak verður millum Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360