Snarhús í skiftirættin

Snarhús í skiftirættin
Byggifyritøkan er nú send skiftirættinum til tvingsilsavtøku.
 
03.03.2024 - 10:06

Byggifyritøkan Snarhús er nú send skiftirættinum til tvingsilsavtøku. 

Tað var annars fyri júst einum mánaði síðan, at sama fyritøka fyrst varð send skiftirættinum til tvingilsavtøku, men seinni sama dag var tikin úr aftur skiftirættinum. 

Skrásetingin hevur nú sent Snarhús í skiftirættin við kravi um tvingsilsavtøku, tí leiðsla og nevnd í felagnum hevur lagt frá sær. 

Hans Petur Ellingsgaard hevur verið bæði stjóri og nevndarformaður, meðan Amon Djurhuus Ellingsgaard hevur verið nevndarlimur. Teir vóru báðir við til at stovna Snarhús, og eiga felagið. 

Men har er eisini ein annar eigari. Tað er felagið Farosta, sum hevur heimstað í býnum Kaunas í Litava. 

Av misgávum hevði hesin eigarin ikki fingið boðini, áðrenn felagið í fyrra umfari varð sent í skiftirættin. Tað var ein feilur, segði Skrásetingin tá, og tók tí felagið úr aftur skiftirættinum. 

Farosta fekk síðan fýra vikur til at svara, um tey vildu reka felagið Snarhús víðari. Tað hevur felagið eftir øllum at døma ikki ynskt, tí nú hevur Skrásetingin altso sent Snarhús aftur í skiftirættin. 

Hans Petur Ellingsgaard og Amon Djurhuus Ellingsgaard eru sum nevnt farnir úr leiðslu og nevnd í Snarhús, og felagið hevur tí onga leiðslu ella nevnd í løtuni.

Roknskapurin fyri 2023 er ikki almennur enn, men í 2022 hevði smápartafelagið eitt hall á 3,3 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824