Endurgjald fyri jørð verður nú endurskoðað

Endurgjald fyri jørð verður nú endurskoðað
Men Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er nú saman við Búnaðarstovuni farið undir at endurskoða kunngerðina um mist bit og mist slóttulendi
Tá fólk missa slóttulendi, fáa tey endurgjald.
 
06.03.2024 - 06:04

Hóast prísirnir eru teir somu í kunngerðini um landsjørð frá 2007, helt Fiskimálaráðið í 2019, at teir vóru í lagi.

Men Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er nú saman við Búnaðarstovuni farið undir at endurskoða kunngerðina.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um endurgjald fyri mist bit og mist slóttulendi.

Stórt arbeiði

Talan er um stórt arbeiði - at endurskoða kunngerðina -  sum partvíst er knýtt at komandi landbúnaðarpolitikkinum.

Tí fær Høgni Hoydal ikki sagt, nær endurskoðanin verður liðug. 

Hann sigur, at jarðarbrúk kostar meira nú, eins og alt annað.

Tí er ivaleyst ósamsvar millum galdandi reglur um endurgjald og veruliga kostnaðin, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659