FMA 2024: Virðislønir fyri tekst, átak og útflutning handaðar

FMA 2024: Virðislønir fyri tekst, átak og útflutning handaðar
Hans Jákup Kollslíð hevur vunnið virðislønina fyri ársins tekst, Plátufelagið TUTL fekk ársins útflutningsheiður, og Summartónar var heiðrað sum ársins átak til FMA 2024
Hans Jákup Kollslíð fær handan FMA-heiðurin fyri at hava skrivað ársins tekst frá Kára P.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2024 - 20:45

Tað er í kvøld, at føroyskur tónleikur verður fagnðaur, nú virðis- og heiðurslønir vera handaðar til FMA 2024. 

Hans Jákup Kollslíð vann virðislønina fyri ársins tekst fyri tekstin til "Rúm", sum Marius Ziska hevur framførir.

Hans Jákup Kollslíð hevur hesu seinnu árini ritað sítt navn á føroyska listapallin, eitt nú sum teksthøvundur hjá vælumtókta og nógva spælda Mariusi Ziska.

Dómsnevndini segði, at orðini hjá Hans Jákupi geva løgunum eitt flog, og saman við Mariusi Ziska hava teir gjørt sangir, sum eru vornir fólkaogn.

Hans Jákup vísir í verki, hvussu skrivaða orðið megnar at ríka løg, og at stórbær list skapast, tá skaldskapur og tónleikur renna saman.

 


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, handaði Kristiani Blak útflutningsheiðurin (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Útflutningsheiður latin, og ársins átak kjósað

Plátufelagið TUTL fekk ársins útflutningsheiðursløn. Plátufelagið hevur leingi verið ein grundsúla undir føroyskum tónleiki, eins og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, sum lat heiðurin, nevndi. 

TUTL var stovnað í 1977 av Kristiani Blak, og tað er sostatt eisini Føroya elsta plátufelag. Og tað var eisini stovnarin, Kristian Blak, sum tók ímóti heiðrinum. 

- Túsund takk fyri. Tað er eisini eitt gott toymi, sum eg arbeiði saman við. Eg kundi ikki havt gjørt tað sjálvur, segði ein errin Kristian Blak, sum eisini eigur sín í lut í tiltakinum Summartónar, sum var kjósað til ársins átak.  

 

"Ársins átak" verður latið fyriskiparum, samskiparum, stovnum, feløgum og øðrum eldsálum, sum dagliga skipa fyri og skapa umstøður til tónleikarar at virka í. 

Summartónar, sum á hvørjum ári síðani fyrst í 90unum hevur syrgt fyri at fylla summarið við forvitnisligum konsertum kring landið, gjørdist ársins tónleikarliga átak.

 

FMA-heiðurslønir

12 heiðurslønir vera latnar til ársins FMA. Higartil eru átta virðislønir latnar. 

 

Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen 

Ársins spíri: SUPERVISJÓN

Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason

Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

Ársins sangur: "Literally Everything" - Brimheim

Ársins tekstur: Hans Jákup Kollslíð - Rúm

Ársins útflutningsheiður: Plátufelagið TUTL

Ársins átak: Summartónar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233