Sirið Stenberg á ST-ráðstevnu um javnstøðu

Sirið Stenberg á ST-ráðstevnu um javnstøðu
Landsstýriskvinnan fer m.a. at sita við pallborð saman við norðurlendskum ráðharrum í javnstøðualum
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í javnstøðumálum.
 
11.03.2024 - 08:34

Landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum á altjóða ráðstevnu á ST-høvuðsborgini í New York. 

Á ráðstevnuni hittast heimsins leiðarar, sum varða av javnstøðumálum og hugsavna seg um høvuðsevnið, sum í ár er kvinnur og fíggjarlig javnstøða. Tí, skrivar Almanna- og mentamálaráðið: Vit vita, at kvinnur eru í serligum vanda fyri at vera í fátækraváða bæði altjóða, í Norðurlondum og í Føroyum.

Á ráðstevnuni í eru nógvir fundir og tiltøk. Millum annað fer Sirið Stenberg, saman við teimum norðurlendsku javnstøðuráðharrunum, á fund við UN Women Executive Director, Sima Sami Bahous.

Sirið Stenberg er eisini við pallborð saman við norðurlendsku javnstøðuráðharrunum í stóra ECOSOC-salinum hjá ST í dag.

Norðurlendska ráðharraráðið skipar fyri tveimum tiltøkum.

Annað er eitt serfrøðingapallborð um fíggjarligan harðskap, sum er ein álvarsliga stórur partur av tí skerda frælsi, sum kvinnur í fíggjarligum ófrælsi kunnu koma út fyri, og hitt er um fíggjarliga javnstøðu. 

Tiltøkini kunnu stroymast, og leinki til stroymig er á ammr.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751