Sum at fáa ein bjargingarvest frá Titanic

Sum at fáa ein bjargingarvest frá Titanic
Veðurstovan hevur fingið ein bjargingarvest frá boripallinum Ocean Ranger, sum koppaði og sakk við Nýfundland í 1982
 
11.03.2024 - 11:24

Í síðstu viku kom ein eldri maður á gátt á Veðurstovu Føroya og gav Hanusi Kjølbro, veðurmanni, ein bjargingarvest, sum hann hevði funnið í fjøruni í Hvannasundi. Bjargingarvesturin er frá flótiboripallinum Ocean Ranger, sum koppaði og sakk 15. februar 1982.

- Maðurin fortaldi mær, at hann hevði funnið hendan vestin í fjøruni í Hvannasundi nakrar fáar dagar eftir, at Ocean Ranger sakk í februar 1982, og hann hevur havt hann liggjandi á loftinum líka síðani, sigur Hanus Kjølbro.

 

Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, og vesturin frá Ocean Ranger, sum hevur ligið á einum ovastalofti í 42 ár. 

 

1659638

Lurta eftir samrøðuni við Hanus Kjølbro, har hann greiðir frá vanlukkuni og vestinum. 

 

Tvær vanlukkur kollveltu trygd og sjóbjarging á sjónum 

Ocean Ranger var ein flótiboripallur, sum leitaði eftir olju á Nýfundlandsbankunum. Eitt lágtrýst tók seg upp á leiðini, og í harða illveðrinum fór pallurin at leka og koppaði og sakk nakrar tímar seinni. Øll 84 fólkini umborð druknaðu.

 

Ocean Ranger var ein flótipallur, sum leitaði eftir olju á Nýfundlandsbankunum 267 kilometrar eystan fyri St. John’s í Nýfundlandi. Øll 84 fólkini umborð sjólótust.

 

- Tað hendu tvær øgiliga stórar vanlukkur við sovorðnum boripallum í 80'unum. Onnur var í 1980 í Norðsjónum, tá ið pallurin Alexander L. Kielland sakk, og so hendan í 1982 við Ocean Ranger. Hesar báðar vanlukkurnar fingu oljuvinnuna at hugsa fullkomuliga av nýggjum í sambandi við trygd, sigur Hanus Kjølbro.

 

Fann ein bjargingarvest frá Ocean Ranger í Hvannasundi

Nakrar dagar eftir vanlukkuna eystan fyri Nýfundland fann maðurin í Hvannasundi ein bjargingarvest frá Ocean Ranger í fjøruni í Hvannasundi.

- Maðurin, sum kom við vestinum, segði, at hann fann hendan vestin og okkurt annað, sum hekk uppií, sum hann orðaði seg, í fjøruni. Hann læt hitt liggja, men tók bara vestin við til hús og legði hann upp á loftið, har hann hevur ligið til í dag, sigur Hanus.

 

Bjargingarvesturin frá Ocean Ranger, sum var funnin í Hvannasundi nakar heilt fáar dagar eftir vanlukkuna. Vesturin lýkur ikki dagsins krøv og hevði ikki verið góðkendur í dag. Tað sæst týðliga, at fuglar hava pikkað í vestin.

 

Hevur ferðast yvir 3.000 kilometrar upp á nakrar fáar dagar

Vesturin er fokin rættliga langt, tí tað eru 1.740 fjórðingar ella 3.222 kilometrar í beinari linju, haðani vanlukkan hendi til Hvannasunds. Hvussu hetta hevur latið seg gera, er ilt at siga, men á ein ella annan hátt hevur vindurin tikið vestin og ført hann til Føroya. Men hann má eisini hava ligið og rikist í sjónum, tí tað sæst týðiliga á honum, at fuglar hava pikkað í vestin.

 

Tað er langt at fúka frá Nýfundlandsbankunum til Hvannasunds

 

Sigurfari royndi at bjarga russiskum sjómonnum í sama illveðri

- Og eitt annað áhugavert er eisini, at hetta er undir júst sama illveðri, sum tá ið eitt russisk farmaskip sakk við Flemish Kapp, og manningin á Sigurfarinum, sum var vitni til vanlukkuna, royndi at bjarga teimum. Har doyðu eisini einir 20 mans. Henda vanlukkan hendi samstundis, bert 70 fjórðingar frá har Ocean Ranger sakk, greiðir Hanus frá. So hetta hevur verið ein stórur vanlukkudagur, leggur hann afturat.

 

DOK01061_HD_AS3463_Hjalp_vit_sokka
Dokumentarur um hendingina, tá ið manningin á Sigurfarinum var vitni til, at eitt russiskt farmaskip sakk, og teir royndi at bjarga manningini. 

 

Vesturin kann brúkst í undirvísing um sjóbjarging 

Bjargingarvesturin frá Ocean Ranger kann siga søguna um, hvussu sjóbjarging var skipað heilt upp í 80'ini.

- Tá ið Titanic sakk í 1912, kollvelti mann hugsanina um trygd á sjónum, og tað sama hendi innan fyri sjóbjarging og trygd í frálandavinnuni, tá ið Ocean Ranger sakk. So hetta svarar til, at ein kemur við einum bjargingarvesti frá Titanic, tá ið hugsað verður um trygd og sjóbjarging á sjónum.

Bjargingarvesturin frá Ocean Ranger verður latin Sjónámi, so tey kunnu brúka hann í undirvísingini.

 

Sending frá Youtube um Ocean Ranger-vanlukkuna.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179