Regin Jacobsen: Vit mugu hava fría atgongd til ES-marknaðin

Regin Jacobsen: Vit mugu hava fría atgongd til ES-marknaðin
Stjórin á Bakkafrosti er bjartskygdur, nú forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, ætlar at geva fyritøkum, sum vilja víðarivirka vørur, betri atgongd til ES-marknaðin
Ursula von der Leyen hittiRegin Jacobsen, tá hon var í Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2024 - 19:12

Føroyar skulu hava betri marknaðaratgongd til ES. Tað lovar Ursula von der Leyen, sum hevur vitjað í Føroyum, har hon millum annað hevur undirritað eitt semjuskjal saman við løgmanni, Akseli V. Johannesen. 

Ein, sum heldur, at orðini hjá Ursulu von der Leyen um betri marknaðaratgongd geva fyritøkum, sum vilja víðarivirka, orsøk til vón, er Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Núverandi marknaðarskipan forðar, sambært Regini Jacobsen, fyri vørumenning og nýhugsan.

- Vit hava tørv á einari fríari marknaðaratgongd. Við skipanini, sum er í dag, so skal søkjast um loyvi um at selja eina nýggja vøru, áðrenn farið verður undir søluna. Tað er ein ómøgulig tilgongd, sum forðar fyri vørumenning og nýhugsan, sigur stjórin á Bakkafrosti. 

Hóast stjórin er vónríkur um orðini hjá ES-nevndarforkvinnuni, so væntar hann ikki, at úrslit síggjast alt fyri eitt.

- Nú liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, og tað má onkur gera. Hóast hon nú hevur verið her á vitjan, so kemur ein slík atgongd ikki av sær sjálvum. Men hetta er í øllum førum eitt stig rætta vegin, sigur stjórin á Bakkafrosti afturat. 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Regin Jacobsen her: 

1661028

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532