Varðhaldsfongslaður í USA fyri ætlan um at smugla vápn til Íslands

Varðhaldsfongslaður í USA fyri ætlan um at smugla vápn til Íslands
Íslendingurin var handtikin á einum amerikanskum flogvølli, og í viðførinum vóru skotvápn og lóður
Íslendska løgreglan hevur gjørt húsarannsókn heima hjá manninum í Reykjavík, og har fann hon maskinbyrsur, skammbyrsur og stóra nøgd av ólógligum lóðri. (Savnsmynd: RÚV)
 
19.03.2024 - 08:54

Ein íslendskur maður er varðhaldsfongslaður í USA undir illgruna fyri at hava ætlanir um at smugla vápn til Íslands. 

Hann var á veg til Íslands, tá ið hann varð handtikin á einum flogvølli. Í viðførinum vóru skotvápn, eykalutir til skotvápn og lóður.

Í USA eru strangar lógir um ólógligan útflutning av skotvápnum, og maðurin hevur tí sitið í varðhaldi síðani.

 

Húsarannsókn í Reykjavík

Í sambandi við málið gjørdi løgreglan í Íslandi um vikuskiftið húsarannsókn heima hjá manninum í Reykjavík, og har var hald lagt á fleiri maskinbyrsur, skammbyrsur og stóra nøgd av ólógligum lóðri.

Hald var eisini lagt á ljóðdoyvarar, ólóglig skothylki og annað. 

Maðurin hevði vápnaloyvi til øll sløg av skotvápnum, sum eru í Íslandi, men fleiri vápn, sum løgreglan legði hald á heima hjá honum, vóru ikki skrásett.

Vápnasmugling verður í fleiri londunum javnsett við skipað brotsverk ella yvirgang, og revsingin kann vera hørð, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945