Sálarfrøðingur: Tak snildfonina frá barninum

bannari
Sálarfrøðingur: Tak snildfonina frá barninum
Foreldur eiga at taka snildfonina frá barninum, tá ið tað sær óhóskandi tilfar á sosialum miðlum, sigur sálarfrøðingur
Mynd: Mynd: Bárður Veihe  
 
21.03.2024 - 14:36

"Tað er ágangur móti børnum, tá ið børn síggja óhóskandi tilfari á sosialum miðlum, og tað eigur als ikki at verið møguligt hjá teimum at síggja". 

Soleiðis sigur Gitte Klein, sum er sálarfrøðingur og hevur skrivað bókina 'Talgilda Framtíðin'. 

Fyri hana er tað ikki nýtt, sum hevur verið frammi seinastu vikuna um, at børn síggja ótespilig filmsbrot á netinum.

Í 2021 kom táverandi Fólkaheilsuráðið við skíggjaráðum, ið løgdu upp fyri tí, sum børn uppliva á sosialum miðlunum. Gitte Klein sat í arbeiðsbólkinum, ið orðaði skíggjaráðini, og tí fegnast hon um, at ljós aftur verður varpað á børn og skíggjanýtslu. 

 

Skíggjanýtsla ein samfelagstrupulleiki
Tað er, sambært Gitte Klein, eingin ivi um, hvør eigur ábyrgdina, tá tað kemur til skíggjanýtslu hjá børnum.

"Foreldrini eiga evstu ábyrgd. Tó vil eg eisini kalla tað fyri ein samfelagsavbjóðing, sum vit øll mugu standa saman um".  

Gitte Klein er ikki í iva um, hvat foreldur eiga at gera, um barnið er útsett fyri ræðumyndum á sosialu miðlunum: Tak telefonina frá barninum. 

"Tá ið eitt barn er úti fyri traumum á alnótini, er tað umráðandi at skapa trygd fyri barnið, og tað er at taka telefonina frá barninum". 

Sambært Barnabata og SSP, er tað ein revsing hjá barninum, um foreldrini taka telefonina frá barninum. Hetta tekur Gitte Klein ikki undir við.

"Tað er ikki at revsa barnið hjá sær at ansa eftir tí, tvørturímóti er tað okkara skylda". 

 

Gitte Klein er sálarfrøðingur og hevur skrivað bókina "Talgilda Framtíðin".

 

Foreldur eiga at seta greið mørk
Tað vísir seg, at børnini, sum trívast best, eru tey, sum hava foreldur, sum hava greið mørk, heldur Gitte Klein. Foreldrini skulu eisini duga at seta seg niður og tosa við barnið og lurta eftir tí.

"Men at lurta eftir barninum, merkir ikki, at tað eru tey, sum skulu stýra. Tað, sum er umráðandi, er at greiða barninum frá, hví telefonin nú verður tikin frá tí," sigur Gitte Klein. 

"Síðani ber til at taka støðu til, nær barnið fær telefonina aftur, og hvørjir verjugarðar skulu setast á telefonina".

 

Møguleikin hjá foreldrum at halda eygað
Jákup Brúsa er master í talgildari marknaðarføring og nevndarformaður og ráðgevi í fyritøkuni Brúsá. Hann leggur dent á týdningin av, at foreldur halda eyga við tí, sum børnini gera á snildfonini. 

"Børn fara altíð at royna at finna útav, hvussu tey kunnu vera longur á einum miðili. Men tað er umráðandi at tosa við børnini um tað, sum tey síggja og gera á netinum. Eisini ber til at sita saman við barninum, og á tann hátt ber til at fylgja við í tí, sum barnið ger," sigur hann. 

Í fjør var hann í einum arbeiðsbólki, sum kom við tilmælum til Norðurlandaráðið, sum millum annað snúði seg um at gera tað strangari at stovna sær brúkara á sosialum miðlum.  Sum nú er, er tað lætt hjá einum barni at lúgva seg eldri enn tað er, fyri at sleppa at vera á einum sosialum miðli.

"Aldursgóðkenningin átti at verið strangari, og tað átti ikki at verið so lætt at snýta," sigur Jákup Brúsá. 

Tey ungu, sum vóru spurd í greinarøðini 'Børn á netinum' siga seg hava logið um aldurin fyri at gerast brúkari av einum ávísum sosialum miðili.  


 

20240315_NET_BORN_SALARFRODINGUR
 
 

Tað kann stundum tykjast, sum tøknirisarnir venda sær beinleiðis til børnini. 

"Í prinsippinum er tað ikki loyvi at marknaðarføra beinleiðis til børn," staðfestir Jákup Brúsá. "Men tað er umráðandi ikki at vera bláoygdur, tí børn eru nú framtíðar brúkarar og kundar, og hjá stóru tøknirisunum er tað í fyrstu syftu botnlinjan, tað snýr seg um – eisini í framtíðini. Tí er markið hjá tøknirisunum neyvt, har teir vilja tryggja sær framtíðar brúkarar, samstundis sum teir royna at vísa sosiala ábyrgd við eitt nú at geva foreldrum amboð til at stýra nýtsluni hjá sínum børnum".

 

Jákup Brúsa er master í talgildari marknaðarføring og nevndarformaður og ráðgevi í fyritøkuni Brúsá.

 

Eiga at bíða til 14 ára aldur
Tað besta, tá ið tað ræður um børn og sosialar miðlar, er at bíða við at geva teimum snildfonina, sum er atgongdin til sosialu miðlarnar, sigur Gitte Klein. 

Eitt serligt ráð, sum var millum skíggjaráðini í 2021, var at bíða við at geva børnum snildfon, til tey eru 14 ár. Gitte Klein heldur tað vera umráðandi at foreldrini tora at taka ábyrgd.

"Tað er umráðandi, at vit sum vaksin tora at hava ábyrgdina fyri okkara børnum. Sum nú er, eru tað tøknirisar, ið uppala okkara børn og seta dagsskránna fyri, hvat børnini gera um dagarnar. Tað er umráðandi, at vit sum foreldur krevja at hava ábyrgd av okkara børnum, og at tað ikki er ein Tik Tok- stjóri, sum setur dagsskránna," sigur Gitte Klein. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066