Hava ikki fingið løn á kontuna

Hava ikki fingið løn á kontuna
Talan er um lønir, sum verða fluttar millum peningastovnar, men hevur tú sama peningastovn sum arbeiðsgevarin, er eingin trupulleiki. 
Tað síðsta, sum er sagt frá Føroya banka, sambært in.fo, er, at lønin kann væntast á kontu í kvøld ella í morgin. (Savnsmynd)
 
27.03.2024 - 16:07

Nógv fólk hava ikki fingið sína løn fyri páskir, sum annars var ætlanin. Tað skrivar in.fo í dag. 

Tað er ikki arbeiðsgevarin, sum hevur verið ov seinur at rinda lønina út, men talan er um ein feil, upplýsir Føroya banki fyri in.fo

Talan er bara um lønir, sum verða fluttar millum peningastovnar. Um so er, at tú hevur sama peningastovn sum arbeiðsgevari tín, so er eingin trupulleiki. 

 

Fíla kom ikki vegin fram

Trupulleikin er, at ein fíla, sum skuldi flytast úr Elektron í SDC, ikki kom fram. Hendan fílan syrgir fyri, at lønin, sum verður flutt frá einum arbeiðsgevara í einum banka, fer á kontu hjá løntakara, sum hevur kontu í einum øðrum banka.

Hendan fílan ger sostatt, at allar bankaflytingar millum bankar verða avgreiddar. Nógv fleiri flytingar eru upp undir páskir enn vanligt, og tí var fílan so stór hesa ferð, at hon var ikki klár fyri evstamark. 

- Hetta er serstakliga óheppið fyri bæði okkum og veitarar, sigur Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya banka. 

 

1663640

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329