Biðið er longu nú um eykajáttan til fólkapensjónina

Biðið er longu nú um eykajáttan til fólkapensjónina
Longu nú er greitt, at fólkapensjónin kostar minst 10 mió. kr. meira í ár enn roknað var við, tá fíggjarlógin fyri 2024 var samtykt
Fólkapensjónin kostar 10 milliónir meira enn mett í ár.
 
31.03.2024 - 13:24

Longu nú er greitt, at fólkapensjónin kostar minst 10 mió. kr. meira í ár enn roknað var við, tá fíggjarlógin fyri 2024 var samtykt.

Uppskot um eykajáttanin er í løgtinginum.

Har eru millum annað pensjónir við.

Fólkapensjónin kostar minst 10 milliónir meira í ár.

Minni netto

Netto fyri landskassan er tó talan um átta milliónir, tí pensjónsnýskipanin kostar tvær milliónir minni enn játtað er.

Við uppskotnu hækkingini fara 552,6 mió. kr. til fólkapensjón í ár.

Fólk, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, gerast støðugt færri.

So tann kontan kann minka hálva millión, heldur landsstýrið.

Tað sama kann framskundað pensjón. Tann kontan kann eisini minka hálva millión.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025