Finska løgreglan: Eitt rátt og tilætlað brotsverk

Finska løgreglan: Eitt rátt og tilætlað brotsverk
Vápnið, sum 12 ára gamli gerningsmaðurin nýtti, tá ið hann skeyt og drap ein næming í sætta flokki og særdi tveir álvarsliga í einum fólkaskúla í Vantaa, átti ein í familjuni
Finska løgreglan helt tíðindafund á middegi um syrgiligu skúlaskjótingina
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.04.2024 - 15:27

Vápnið, sum gerningsmaðurin nýtti, tá ið hann skeyt og drap ein næming í sætta flokki og særdi tveir álvarsliga í einum fólkaskúla í Vantaa, átti ein í familjuni. Vápnið var lógligt, skrivar finska kringvarpið. 

Leif Malmberg, kriminalkommisserur í finsku løgregluni, greiddi soleiðis frá skottilburðinum. 

"Tá ið vit komu á staðið kundu vit staðfesta, at trý vóru álvarsliga skadd. Seinni kundu vit staðfesta, at ein helst er deyður á skotstaðnum. Gerningsmaðurin var rýmdur av staðnum, men 50 minuttir seinni var hann handtikin. Ein í familjuni hjá honum eigur vápnið, men vit vita ikki enn, hvussu 12 ára gamli drongurin hevur fingið hendur á vápninum."

 

Dráp og drápsroynd

Brotsverkið verður flokkað sum dráp og drápsroynd, men eingin ákæra verður reist, tí gerningsmaðurin er yngri enn 15 ár, - hann gekk í sætta flokki.

Løgreglan sigur, at talan er um eitt rátt og tilætlað brotsverk.

"Um tú tekur vápn við tær í skúlan, kunnu vit staðfesta, at ávís fyrireiking hevur verið," sigur Kimmo Hyvärinen, leiðandi kriminalkommisserur hjá løgregluni í Östra Nyland í Suður-Finnlandi.

Drongurin verður avhoyrdur og síðani taka sosialir myndugleikar sær av honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329