Drápsmaður hótti í rættinum

Drápsmaður hótti í rættinum
41 ára gamli maðurin, sum í dag sat ákærur fyri at hava dripið ein føroyskan sálarlækna, sum arbeiddi á psykiatriskari deild í Danmark, mátti í dag koyrast úr rættinum.
 
03.04.2024 - 18:30

Hetta hendi, tá hann hótti eitt vitni, sum er sálarlækni á rættarpsykiatriska varðhaldinum, har maðurin varð handtikin.

- Far ordiliga við mær, rópti hann fleiri ferðir, meðan sálarlæknin sat á vitnisbeinkinum. Og tá dómarin gjørdi av, at hann skuldi koyrast út úr rættarsalinum, rópti hann, at sálarlæknin er "eitt svín".

Maðurin er skuldsettur fyri at hava dripið Mariann Stenberg tann 21. juli í fjør við at stinga hana fleiri ferðir við knívi. Og tað er á rættarpsykiatrisku deildini, at hann eisini skal hava hótt hendan sálarlæknan eftir lívinum. 

41 ára gamli maðurin skal hava sagt, at hann eisini vildi leggja hendan læknan í jørðina, eins og hann hevði gjørt við føroysku Mariann Stenberg. Hann skal eisini hava sagt, at honum nýttist ikki knív, fyri at drepa læknan. Hann kundi bara bróta hálsin á henni.

Málið er fyri í rættinum í Glostrup, og væntað verður, at dómur fellur fríggjadagin.

41 ára gamli maðurin noktar seg sekan, hóast hann í grundlógaravhoyringini játtaði seg sekan. Nú sigur hann, at hann var sinnissjúkur, tá drápið hendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860