Hvalba og Fámjin taka støðu til fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging

Hvalba og Fámjin taka støðu til fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging
Bygdaráðsfundir verða í Hvalba í annaðkvøld og í Fámjin mikukvøldið
Frá borgarafundinum í Hvalba um kommunusamanlegging. Kommunustýrið í Hvalba tekur støðu til fólkaatkvøðu á fundi í annaðkvøld.
 
08.04.2024 - 13:07

Mikukvøldið fæst at vita, um vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður í teimum trimum norðastu kommununum í Suðuroynni.

Eyka bygdaráðsfundir verða bæði í Hvalba og Fámjin næstu dagarnar. 

Eittans mál er á skránni á báðum fundum: Kommunusamanlegging og vegleiðandi fólkaatkvøða.

Eyka bygdaráðsfundir verða  í Hvalba í annaðkvøld og í Fámjin mikukvøldið.

 

Mæla til at leggja saman

Ein arbeiðsbólkur, sum hevur arbeitt við at kanna vansar og fyrimunir við samanlegging av kommununum í Suðuroyar norðaru helvt, legði í mars fram úrslitið av arbeiðinum. 

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at mælt verður til, at Fámjins-, Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunur leggja saman.

Eitt samt býráð á Tvøroyri hevur longu tikið undir við, at fólkaatkvøða skal vera í kommununi um kommunusamanlegging. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327