Íslendska navnanevndin góðkent 25 nýggj nøvn

Íslendska navnanevndin góðkent 25 nýggj nøvn
Nøvnini, sum eru góðkend, er m.a. Hendrix, Mánarós, Eymir og Luka
Drúgt kjak hevur verið í Íslandi, um neyðugt er við eini navnanenvd. (Savnsmynd)
 
08.04.2024 - 14:55

Íslendska navnanevndin hevur góðkent 25 nýggj nøvn, men hevur eisini víst nøkrum fyrispurningum um nýggj nøvn aftur.

Nevndin hevur fingið fyrispurning frá foreldrum, sum vilja doypa barnið Univers, Byte, Bjarkarr og Íja, men nevndin góðkendi tey ikki, tí tey samsvara ikki við íslendska stavseting, og hava heldur ikki vunnið sær hevd. 

Umbøn var eisini um at brúka navnið Aftur, men tað varð heldur ikki góðkent, tí sambært navnanevndini, kann navnaberin koma í trupulleikar av navninum.

 

Seta spurning við navnanevndina

Hinvegin hevur nevndin góðkent t.d. Hendrix, Mánarós, Eymir og Luka, skrivar íslendska kringvarpið.

Drúgt kjak hevur verið í Íslandi, um neyðugt er við eini navnanenvd. 

Navnalóggávan er linkað seinastu árini í sambandi við útlendsk nøvn. 

Íslendska altingið hevur viðgjørt lógaruppskot um at strika navnanevndina, men uppskotið er ikki samtykt, skrivar RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155