- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya í næstum
Allir norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya í næstum
Eftir at Norðurlandaráðið í vikuni viðgjørdi trygd, frið og tilbúgving á árliga temafundinum, verður trygd og verja aftur á skránni síðst í mánaðinum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, verður vertur fyri fundin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.04.2024 - 18:33
Tá savnast allir verjumálaráðharrarnir í Norðurlondum í Føroyum til árliga fundin í Nordefco, sum er norðurlendska verjusamstarvið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, verður vertur fyri fundin.
Frá føroyskari síðu verður denturin serliga lagdur á sivilu tilbúgvingina, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1666511
Trygdar- og verjumál koma eisini at seta sín dám á tingarbeiðið í næstu viku, tí mikudagin fer løgtingið at viðgera uppskot til samtyktar um trygdar- og verjupolitikk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
RagnarRokk: Kjetil Nordhus um A Dark Poem, Part III: The Messiah Complex
212529
Nýggjastu sendingar í SV


























