Ársins virki í fjør byggir skip fyri hálva milliard

Ársins virki í fjør byggir skip fyri hálva milliard
Við nýggjum pengasterkum partaeigarum spennir Navigare shipping bogan út og letur nú fýra nýggj skip byggja
Navigare shipping var ársins virki í fjør.
Mynd: Navigare Shipping.  
 
12.04.2024 - 18:18

Avlopið hjá Navigare Shipping var í fjør 29 mió.

Men við risa íløguni eru samstundis komnir nýggir eigarar inn í felagið, sum keyptu partin hjá Royndini. Íløgufelagnum hjá LÍV.

Og nýggju partaeeigararnir eru pengasterkir.

Tí har eru Árni Rasmussen, Varðin og fyrrverandi reiðarin Gullak Madsen, sum herfyri eisini keypti seg inn í Bank Nordik fyri hálva milliard.

Haraftrat hevur Framtaksgrunnurin skotið meirapening í felagið, saman við verandi eigarunum, brøðrunum Jan, Anfinni, Bárði og Álvi Højgaard.

Og vónirnar fyri, at felagið framhaldandi skal vaksa eru ógvuliga góðar.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum

1666744


Nýggju skipini verða útgjørd við mekaniskum segli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418