Politiskt kjak um at taka alt av fiski til lands í Breddanum

Politiskt kjak um at taka alt av fiski til lands í Breddanum
Evnið í Breddanum er ætlan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
 
12.04.2024 - 09:19

Útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi skal økjast við trimum milliardum krónum, so tað er 11 milliardir  í 2030.

Tað var millum annað niðurstøðan á Vakstrarforum, sum undanfarna samgonga skipaði fyri í 2021.

Ein háttur at røkka málinum er at virðisøkja alt fiskatilfeingið. Mælt var til, at alt av fiskinum skuldi við til lands, so tað kann virðisøkjast. 

Men hvussu fæst gongd á hesa virðisøking?

Og endar hetta ikki bara sum eitt ískoyti til fóðurframleiðsluna hjá Havsbrún til Bakkafrost?

Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. 

>>Breddin kann hoyrast beinleiðis her

Umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini koma í útvarpsstovuna at kjakast.

Í kjakinum luttaka: Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, sum er formaðurin í vinnunevndini, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Annika Olsen úr Tjóðveldi. 

>>Breddin kann stroymast beinleiðis her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341