Havbúnaðarfelagið: Breiða semjan um tøkugjald er ikki eitt stig rætta vegin

Havbúnaðarfelagið: Breiða semjan um tøkugjald er ikki eitt stig rætta vegin
Havbúnaðarfelagið finst at, at vinnan ikki hevur verið við í viðgerðini av uppskotinum, sum nú er sent til hoyringar.
27. mars skrivaðu Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir undir semju viðvíkjandi tøkugjaldinum til og við 2032.
Mynd: KVF / Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.04.2024 - 09:35

Tað var tann 27. mars, at Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir skrivaðu undir eina langtíðarsemju, sum skal geva alivinnuni tryggari karmar at virka undir fram til 2032. Men hendan breiða semjan er ikki eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti. Tað sigur Havbúnaðarfelagið, sum finst at, at vinnan ikki hevur verið við í viðgerðini av uppskotinum, sum nú er sent til hoyringar.

Havbúnaðarfelagið hevur í fleiri førum víst á týdningin, at vinnan fær tryggar og varandi karmar at virka undir, men nýggja uppskotið gevur ikki vinnuni tryggar ella gagnligar karmar. 

Nýggja skipanin um tøkugjaldið hjá alivinnuni er ein tvíliðað skipan. Annar parturin er ein nýggj tøkugjaldsskipan. Hin parturin er ein nýggjur serskattur, sum er átta prosent. Nýggja skipanin skal koma í gildi 1. januar 2025. 

Uppskotið um serskattin kemur í heyst.

Havbúnaðarfelagið sigur millum annað, at skipanin er fløkjaslig og mælir til eina einfaldari skipan, sum byggir á skattliga úrslitið.

Felagið vísir eisini á, at við nýggju semjuni, verður alivinnan í Føroyum harðari skattað enn í bæði Noregi og Íslandi.

Ein breið semja um eina vánaliga skipan kann í ringasta føri forkoma framgongdini í føroyskari alivinnu, sigur Havbúnaðarfelagið og heldur, at næstu mánaðirnir eiga at verða brúktir til, at finna eina breiða semju um røttu skipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786