Hondbóltsviðmerkjari: "Undranarvert at Bjarni í Selvindi ikki er úttikin"

Hondbóltsviðmerkjari: "Undranarvert at Bjarni í Selvindi ikki er úttikin"
Ingi Olsen, hondóltsviðmerkjari, heldur, at pláss átti at verið fyri Bjarna í Selvindi í landsliðshópinum, og at spælarar her heima kanska áttu at sloppið upp í part
Ingi Olsen hevur drúgvar royndir bæði sum hondbóltsspælari og -venjari.
 
20.04.2024 - 13:12

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen sendu í gjár boð eftir 16 spælarum, sum skulu manna hópin til HM play-offdystirnar móti Norðurmakedonia í mai. 

Millum teir sekstan úttiknu eru landsliðsveteranar sum Jónas Gunnarsson Djurhuus og Rói Berg Hansen ikki at finna. Eiheldur er Bjarni í Selvindi tikin út.

Úttøkan kemur ikki óvart á Inga Olsen, hondbóltsviðmerkjari, sum tó heldur, at hópurin hesa ferð ber brá av, at danski landsliðsvenjarin vil hava gjøgnumbrotsspælarar á liðið.

- Tað undrar meg eitt lítið sindur, at ein spælari sum Bjarni í Selvindi, sum onkran dystin hevur fingið upp móti 18 málum, ikki er við. Hann ger tað, at okkara spæl kann byggja upp á annað enn gjøgnumbrotsspælarar. Tí generelt kann man siga, at um tað ikki riggar hjá fantastisku dugnaligu Elias á Skipagøtu ella Óla Mittún, ja, so mást tú leita eftir onkrum øðrum.

Hóast nevndu spælskipararnir eru í heimsklassa, saknar Ingi Olsen skjúttar, sum kunnu traðka til, um gjøgnumbrótandi spælið ikki riggar. Og tað er í slíkum støðum, at ein sum Bjarni í Selvindi hevði gjørt mun, heldur hondbóltsviðmerkjarin. 

- Eg kundi yvirskipað hugsað mær, at man tók teir skjúttar, sum eru. Til dømis Bjarna í Selvindi. Vit hava ongar beinleiðis skjúttar, og tað kundi eg hugsað mær, sigur Ingi Olsen. 

 

- Spell at spælarar í Føroyum ikki sleppa upp í part

Vinstra vong manna Janus Dam Djurhuus og Leivur Mortensen, sum báðir spælir í í FIF í næstbestu donsku deildini.

Ingi Olsen heldur tað vera eyðsýnt, at spælarar sum spæla í Føroyum ikki sleppa upp í part.

- Tað vísir seg, at tú hyggur ikki eftir føroysku kappingini, og um eitt nú ein vinstri vongur kundi verið funnin her. Eg ivist í, at ein sum ikki hevur nógva spælitíð á einum liði í lægra endanum av donsku fyrstu deildini, er serliga nógv betri enn ein spælari her heima, sigur Ingi Olsen.  

Sambært Inga Olsen er tað harmiligt, at spælarar í heimligu kappingini ikki sleppa upp í part, tí tað kann geva eina fatan av, at føroyska kappingin er minni verd enn eitt nú lægri kappingarnar í eitt nú Danmark. 

- Tað kann ikki skiljast sum annað enn ein áheitan til spælarar um at fara av landinum at spæla, um teir ynskja sær eitt pláss á landsliðnum, leggur Ingi Olsen afturat. 

 

Skulu spæla um HM-pláss í mai

Eitt pláss til HM er upp á spæl í heima- og útidystinum móti Norðurmakedonia.

Samlaði vinnarin yvir báðar dystirnar vinnur plássið, og føroyingarnir mugu vinna á heimavølli fyri at spæla seg víðari, heldur hondbóltsviðmerkjarin.
 

Hoyr samrøðu við Inga Olsen her: 

1668258

 

HM playoff-dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai kl. 18.00 í Boris Trajkowski høllini í Skopje. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. desember
Árið í fer í fótbólti 2024
185690
Mánadag 30. desember
Sunnudagsdøgurðin
185677
Mánadag 30. desember
Morgunlestur mánadagur 30. desember 2025
185351
Sunnudag 29. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (2:2)
185668
Sunnudag 29. desember
Bolero - 29. desember 2024
185657
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627