Liðið til avgerandi dystirnar ímóti Norðurmakedónia tikið út

Liðið til avgerandi dystirnar ímóti Norðurmakedónia tikið út
Landsliðsveteranar sum Jónas Gunnarsson Djurhuus og Rói Berg Hansen eru ikki við til playoff-dystirnar ímóti Norðurmakedónia, og Bjarni í Selvindi er heldur ikki tikin út
Hvørki Jónas G. Djurhuus ella Rói Berg Hansen eru við í landsliðshópinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.04.2024 - 10:32

Spælararnir, sum skulu royna at tryggja Føroyum pláss í HM-endaspælinum, eru tiknir út.

Landsliðsveteranar sum Jónas Gunnarsson Djurhuus og Rói Berg Hansen eru ikki við, og Bjarni í Selvindi, sum hevur gjørt vart við seg í norskum hondbólti síðstu tíðina, er heldur ikki tikin út, men er fyrsti eykamaður.

Pauli Jacobsen, sum hevur verið undir skurði fyri skaða í eyganum, er við í hópinum saman við Nicholas Satchwell, og Tórður Skorheim Guttesen úr Kyndli er eykamaður. 

Bert tríggir vengur eru tiknir úr. Janus Dam Djurhuus og Leivur Mortensen manna vinstra vong, meðan Hákun West av Teigum tekur sær av høgra vongi. Tað merkir, at Allan Norðberg úr Vali ikki er við.

Á strikuni eru Teis Horn Rasmussen, Pætur Mikkjalsson og Helgi Hildarson Hoydal, so evnaríki Ísak Vedelsbøl, sum í summar skiftir úr H71 til IK Sävehof, er ikki við hesa ferð.

HM playoff-dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai kl. 18.00 í Boris Trajkowski høllini í Skopje. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum.

Samlaði vinnarin yvir báðar dystirnar vinnur plássið til HM-endaspælið í januar 2025.


Føroyski landsliðshópurin:

 

Málverjar

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)

Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

 

Bakkar

Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)

Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)

Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

 

Vengur

Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)

Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)

Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

 

Strikur

Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)

Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)

Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659