ICC vil handtaka Netanyahu

ICC vil handtaka Netanyahu
- Netanyahu og Sinwar hava framt krígsbrotsgerðir og brotsgerðir móti mannaættini, sigur ICC
Altjóða revsirættarligi Dómstólurin ICC í Haag.
 
20.05.2024 - 14:39

Altjóða revsirættarligi Dómstólurin ICC vil hava handtøkuboð útskrivað ímóti ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu og ímóti Hamas-leiðaranum Yahya Sinwar. Tað sigur høvuðsákærin við altjóða revsirættarliga dómstólin, Karim Khan, í samrøðu við amerikanska miðilin CNN.

ICC-dómstólurin metir, at Netanyahu og Sinwar hava framt krígsbrotsgerðir og brotsgerðir móti mannaættini við álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober og eftirfylgjandi hernaðaratsóknini hjá Ísrael í Gaza.

Avgerðin hjá ICC flokkar Netanyahu saman við russiska forsetan Vladimir Putin. Handtøkuboð eru givin móti honum fyri at hava lopið á Ukreina.

ICC er ein millumtjóða stovnur í Haag í Niðurlondum, sum kann rættarsøkja einstaklingar fyri brotsverk móti mannaættini, krígsbrotsverk og fólkadráp. Dómstólurin er ikki at blanda við Altjóða Dómstólin hjá ST, sum eisini heldur til í Haag, og sum viðgerð ósemjur ímillum lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791