Nýtt savn um grønlandsútróðurin í Miðvági

Nýtt savn um grønlandsútróðurin í Miðvági
Grønlandsútróðurin er ein týðandi partur av føroyskari vinnusøgu, og tí verður arbeitt við at gera eitt føroyskt savn í Miðvági, sum lýsir grønlandsútróðurin
 
23.05.2024 - 09:59

“Um vit ikki høvdu møguleikan at fara til Grønlands í 1950- og 1960-árunum, høvdu vit havt eina hópfráflyting tá”, sigur Jon Hansen, ið er ein av stigtakarunum til nýggja savnið, ið skal byggjast millum gomlu smiðjuna hjá J. K. Joensen & Soni og flakavirkið Snarfrost.

 

Og savnið hevur longu rættiliga nógvar bátar, sum royndu í Grønlandi, samstundis sum aðrir gripir eisini eru tøkir.

"Savnsbygningurin er teknaður við íblástri frá bygningum í Føroyingahavnini," sigur Mayfinn Norðoy, arkitektur og stjóri í Kontrast Arkitektum.

Bygningurin verður umleið 20 ferðir 40 metrar stórur, og talan verður um ein timburbygning, har ið ætlanin er, at tú sært niður í bátarnar, tá tú vitjar savnið – júst sum tá ið bátarnir lógu við kei.

 

Sjómansheimið hevði stóran týdning

Í 1936 byggja føroyingar sjómansheimið Lívd stutt frá sjúkrahúsinum í gomlu Føroyingahavnini.

Tað var tann føroyska heimamissiónin, sum bygdi fyri pening, ið vóru savnaðir í Føroyum.

 

Í 1958 verður sjómansheimið Lívd, sum varð flutt úr gomlu Føroyingahavnini og útbygt tvey ár frammanundan, vígt av Jóhan Nielsen, presti.

Og í 1960 verður sjómansheimið víðkað, so teir fleiri hundrað menninir kunnu vera til kost har.

Ein av teimum átta monnunum, sum fluttu og útbygdu sjómansheimið í 1956, er Hans Eli Jacobsen, ið er búsitandi við Kolbeinagjógv.


Hans Eli Jacobsen úr Kolbeinagjógv fór sum blað ungur til Føroyingahavnina í Grønlandi at arbeiða

 

Hans Eli sigur okkum, at teir fóru til Grønlands við skonnartini Tinganesi, men hetta gjørdist ein drúgvur túrur. Men tað gjørdi ikki tað stóra, tí tá komið var í Føroyingahavnina, var tað framvegis nógvur kavi.

Sjómansheimið var tikið niður og flutt við báti í Ulkuvíkina, og her skuldi tú passa tær løgir, soleiðis at tað var flóð, og tú kundi koma so nær staðnum, har ið sjómansheimið skuldi standa, tí annars var tað ov langt at bera.


Nordafar gav skarvin yvir

Tá ið Nordafar fór á húsagang í 1989, misti landskassin 70 milliónir krónur, og tá hevði ikki verið stórvegis virksemi á støðini í fleiri ár. Men Nordafar hevði stóran týdning í 1950- og 1960-árunum.

Í 1974 framleiddi Nordafar fyri seinastu ferð flak úr fiski frá føroysku útróðrarmonnunum í Føroyingahavnini. Árið eftir tók felagið móti fiski frá seks útróðrarbátum, men fiskurin var saltaður. Og samstundis var hetta seinasta árið, føroyingar høvdu skipaðan útróður í Føroyingahavnini og í Grønlandi yvirhøvur – eitt 40 ára skeið varð lagt afturum, og ein týðandi vinna fór í søguna.

 

Flakavirkið á Nordafar varð tikið niður í 1976, og maskinur at skilja og pakka rækjur vóru settar upp í staðin.

Ymiskt virksemi var á Nordafar í 1970-árunum, men í 1980-árunum minkaði virksemið munandi, og í 1989 fór felagið av knóranum.

Í hesum partinum sigur Jógvan Arge okkum søguna um Nordafar í 1970- og 1980-árunum.


Funnu saman í Grønlandi

Sofía Haraldsen, ið er ættað úr Grønlandi, og miðvingurin, Árindal Haraldsen, ið rør út í Grønlandi, finna saman, tá ið hon arbeiðir í saltfiskinum har yviri.

Og tað eina summarið búgva Sofía og yngsta dóttirin í skúrinum, har ið Árindal og manningin halda til. Og her tekur Sofía sær eitt nú av at kokkast og halda reint. Sofía nevnir millum annað, at tað ikki altíð var líka lætt at gera føroyskan mat, eitt nú helt hon, at knettini skuldu kókast í fleiri tímar.

Tú kanst hoyra sætta part í sendirøðini "Tá Grønland bjargaði Føroyum"  HER!

 


Hvat: Tá Grønland bjargaði Føroyum
Hvar: KVF Ljóð
Nær: Tá tað passar tær

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981