Verkfallið hjá arbeiðskvinnufelagnum rakar fyrst privatu arbeiðsgevararnar

bannari
Verkfallið hjá arbeiðskvinnufelagnum rakar fyrst privatu arbeiðsgevararnar
Havnar arbeiðskvinnufelag hevur lýst verkfall á midnátt í annaðkvøld
Vígdis Johannesen er forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2024 - 13:27

Hóast Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðst tvær vikur longur enn hini arbeiðarafeløgini, so bar heldur ikki á mál við hesum samráðingunum.

Sostatt eru øll arbeiðarafeløgini í verkfalli.

Havnar arbeiðskvinnufelag hevur lýst verkfall á midnátt í annaðkvøld.

Í fyrstu syftu rakar verkfallið bara privatu arbeiðsgevararnar. Men tað er ikki óvist, at verkfallið verður hert, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag.

Hoyr samrøðu við Vígdis Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

27052024_Vigdis_til_net

 

Eftir samrøðuna hevur Vígdis Johannesen gjørt vart við, at vaskifólkini á kommunalu skúlunum í Tórshavnar kommunu kortini fara í verkfall.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392