Semingsstovnurin hittir partarnar fyrrapartin

Semingsstovnurin hittir partarnar fyrrapartin
Terje Sigurðsson hevur einki semingsuppskot við í skjáttuni, men vónar at kunna fara undir veruliga samráðingar í morgin
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
30.05.2024 - 08:22

Fyrrapartin fara arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir á fund hjá Semingsstovninum.

Alt eftir, hvat kemur burtur úr fundinum, kunnu partarnir fara til veruliga samráðingar fríggjadagin, segði semingsmaðurin í gjár.

Umboð fyri arbeiðarafeløgini vóru seinnapartin í gjár hjá Semingsstovninum, og har var avtalað, at umboð fyri partarnar skulu hittast klokkan tíggju fyrrapartin í dag.

Terje Sigurðsson hevur einki semingsuppskot við í skjáttuni, men vónar at kunna fara undir veruliga samráðingar í morgin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723