Útskriva nógv meiri Ozempic enn veruligi tørvurin er

Útskriva nógv meiri Ozempic enn veruligi tørvurin er
Landslæknin mælir læknum til at hava vakið eyga við, hvussu nógvur diabetes-heilivágur verður útskrivaður
Nógv meira verða útskrivað av Ozempic fyri diabetes, enn tørvur er á, sigur landslæknin.
 
31.05.2024 - 18:00

Heilir 800 pennar av diabetesheilivágnum Ozempic eru útskrivaðir ov nógv samanborið við veruliga tørvin seinastu 12 mánaðirnar.

Tað vísir nýggj frágreiðing frá landslæknanum.

 

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Læknar mugu hava vakið eyga við, hvussu nógvur heilivágur verður útskrivaður, og um onkur fær nógv meiri útskrivað, enn upprunaliga ávíst, sigur Lars Fodgaard Møller. 

Hóast tað kann koma fyri, at fólk av óvart missa pennin burtur ella tílíkt, so sæst týðiliga, at hjá nøkrum er ein ovurnýtsla av Ozempic.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

31052024_Diabetesheilivagur

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527