- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýriskvinnan í heilsumálum leggur seg ikki út í málið um skannaran

- Tað er leiðslan í Sjúkrahúsverkinum, sum úttalar seg í fyrstu syftu, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í gjár kom fram, at sjúklingar verða sendir til Danmarkar at vera skannaðir og ikki til Klaksvíkar í nýggja Tesla skannaran.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum ætlar sær ikki at leggja seg útí málið um Tesla skannaran í fyrstu syftu.
Í gjár kom fram, at tað sambært Norðlýsinum er talan um 28 sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar at verða skannaðir, av tí at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki vil, at teir verða skannaðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nýggja Tesla skannaranum.
Í stuttari viðmerking til útvarpið sigur Margit Stórá, at tað ikki er hon, ið fer at úttala seg, sum nú er.
- Eg havi havt fund við leiðsluna í sjúkrahúsverkinum í dag, sum hevur kunnað um støðuna viðvíkjandi skannaranum. Avtalan er, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum úttalar seg um málið í fyrstu syftu, sigur Margit Stórá.
Í gjár var Jóhann Poulsen, urologur, siteraður í útvarpinum fyri at undrast og vísa á, at Tesla skannarin kundi verið tikin í nýtslu í morgin, skuldi tað verið.
- Tað er óneyðugt at bíða til eftir summarfrítíðina, og allar avtalur eru longu komnar upp á pláss, sigur hann. Jóhann Poulsen sigur somuleiðis, at skannaramyndir longu í dag verða sendar niður at kannast.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, greiddi í samrøðu við útvarpið frá, at ymiskt skal fáast upp á pláss, áðrenn skanningarnar fyri prostata kunnu gerast í Føroyum.
- Nýggi Tesla skannarin byrjaði fyri tveimum vikum síðani. Hann skannar hvønn gerandisdag í vikuni, og tað gongur væl, sigur hann. Skanningar av prostata verða væntandi gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi einaferð eftir summarferiuna ella móti heystinum, tí at nógv skal fyrireikast áðrenn slíkar, kompleksar skanningar byrja, segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, við útvarpið í gjárkvøldið.
Stórin í Klaksvíkar sjúkrahúsi
Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur í stuttari fráboðan, send Vágaportalinum, at nýggi skannarin er ikki klárur at brúka til allar uppgávur.
- Ein av uppgávunum, sum vantar enn, er prostata-skanningar, sigur Alexandra á Dul.
Hon vísir á, at starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða miðvíst við at koma á mál við hesum.
- Vit síggja fram til, at allar viðkomandi skanningar kunnu leggjast í fasta legu í Føroyum, eisini prostata, skrivar Alexandra á Dul í lesarabrævi á Vágaportalinum.



























