- Tíðindi, mentan og ítróttur
Silvurdrongur gevur nýggja plátu út á G!-festivalinum
Hvat er hetta fyri ein pláta?
"Um vikuskiftið hava vit útgivið tvey stakløg afturat teimum fýra, sum komu út í mai og apríl. Tey eru øll partur av komandi plátuni "nú æt eg eftir ánni", sum verður útgivin á G! festivalinum, har Silvurdrongur hevur útgávukonsert. Tað er ein pláta við 13 løgum, sum Eyðfinn B. Lamhauge hevur framleitt við mær undir liðini. Karl Andrias Stórá hevur framleitt eitt lag á útgávuni, sum faktist verður útgivið í dag: Mánadrongur."
Hvussu vilt tú lýsa tónleikin á plátuni?
"Tónleikurin er øgiliga fjølbroyttur og rættiliga eksperimenterandi. Hann ferðast víða og umskapar seg millum ágrýtið hipphopp til atmosferiskar ljóðflatur til popp til esoteriskan klubbtónleik og alt møguligt annað. Ein ummælari frá The Other Side Reviews skrivaði í síðstu viku, at "Silvurdrongur er ein pionerur í einum ljóði, sum júst er uppfunnið." Tann lýsingin gjørdi meg glaðan, tí eg og Eyðfinn (Bogason Lamhauge) vóru rættiliga ambisiøsir í leitanini eftir einum víðgongdum ljóði, sum ikki líktist nøkrum, vit høvdu hoyrt fyrr. Vit samansjóða obskur sampl við villar synthar og litrík trummumynstur í royndini at skapa instrumentalar, sum fanga oyrað í reinum forvitni."
Eru nøkur temu á plátuni?
"Eitt afturvendandi ljóðtema á plátuni eru látini hjá útdeyðum fuglasløgum. Tað samspælir væl við lyrisk temu um undirgang og endurføðing, sum eru gjøgnumgangandi á plátuni. Hóast løgini eru so ymisk, havi eg hug at pástanda, at heildarútgávan riggar væl sum ein ferð - næstan sum eitt ævintýr. Lurtarin verður leiddur fram við Havnará í plantasjuni og hittir litríkar, vandamiklar og gávumildar verur, ið allar hava okkurt upp á hjarta, sum í síðsta enda er partur av tí stóru heildini, sum tilveran er."
"Tónleikurin er øgiliga fjølbroyttur og rættiliga eksperimenterandi. Hann ferðast víða og umskapar seg millum ágrýtið hipphopp til atmosferiskar ljóðflatur til popp til esoteriskan klubbtónleik og alt møguligt annað."
Trygvi Danielsen, ið eisini er kendur sum Silvurdrongur
Stakløgini hjá Silvurdronginum kunnu hoyrast her:
https://bfan.link/apudrongur-manadrongur