Biðja ikki um fleiri skáar

Biðja ikki um fleiri skáar
Útlánsvøksturin hjá peningastovnunum er stórur, men er tó minkaður síðani januar, sigur Váðaráðið
Váðaráðið hevur lagt til merkis, at innlánsyvirskotið í peningastovnunum framvegis er minkað, men gjaldførið hjá teimum er í lagi. (Savnsmynd)
 
11.06.2024 - 08:16

Hóast prísir og rentur eru hækkað nógv, boða peningastovnarnir ikki frá fleiri umbønum um skáar ella fleiri eftirstøðum, hóast fíggjarliga støðan hjá húsarhaldunum er versnað. 

Tað sigur Váðaráðið. 

Útlánsvøksturin hjá peningastovnunum er stórur, men er tó minkaður síðani januar. 

Í mars var útlánsvøksturin 8,5 prosent.

Hann stavar serliga frá útlánum til kommunur og almenn feløg, sigur Váðaráðið. 

Váðaráðið hevur lagt til merkis, at innlánsyvirskotið í peningastovnunum framvegis er minkað, men gjaldførið hjá teimum er í lagi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424