Nýggja plátan hjá Eivør verður frumspæld í Leitisstein í kvøld

Nýggja plátan hjá Eivør verður frumspæld í Leitisstein í kvøld
Eivør Pálsdóttir er gestur í síðstu Leitisstein-sendingini áðrenn summarferiuna, sum verður send í kvøld, og við sær á gátt hevur Eivør nýggju plátuna "Enn"
Mynd: Sigga Ella  
 
11.06.2024 - 13:59

Fríggjadagin 14. juni útgevur Eivør Pálsdóttir sína 10. soloplátu, "Enn".

Hetta er fyrsta plátan hjá Eivør undir nýggja plátufelagnum Season Of Mist

Season Of Mist er í roynd og veru eitt tungmálmsplátufelag, og millum kendastu nøvnini, ið hava sáttmála við Season Of Mist, eru bólkar sum Heilung og Mayhem. 


Mynd: Sigga Ella

 

Nýggja plátufelagið er eisini beinleiðis orsøk til, at Eivør í summar kann upplivast á tungmálmsfestivalum sum Copenhell og Hellfest.

 

Beinleiðis í Leitisstein 

Í kvøld klokkan 21 er Eivør Pálsdóttir gestur í Leitisstein Live, har hon fer at frumspæla nýggju plátuna hjá sær, ið hevur fingið heitið “Enn”. 

“Enn”, ið kemur út fríggjadagin 14. juni, er 10. soloplátan hjá Eivør.

Á plátuni eru átta sangir, ið Eivør hevur skrivað í samstarvi við Trónd Bogason, tónasmið, ið eisini er maður hennara, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, rithøvund.


Mynd: Sigga Ella
 

Saman við manninum, Tróndi Bogasyni, flutti Eivør til Tjørnuvíkar í eina tíð fyri at skriva tónleik. Ætlanin var at skapa eitt lítið síðuprosjekt. 

"Tað gjørdist mær tó skjótt greitt, at eg skuldi ikki hugsa um tónleikin, ið vit skapaðu sum eitt síðuprosjekt," sigur Eivør. "Tónleikurin var umboðandi fyri, hvar eg var listarliga." 

Fyrsti sangurin, ið bleiv skrivaður liðugur fyri "Enn", var sangurin "Gaia", sum Eivør lýsir sum ein kærleikssálmur til jørðina, sum minti hana um renesansutónleikin, ið henni dámdi so væl sum barn. 

Meira um "Enn" í Leitisstein í kvøld. 


Mynd: Sigga Ella
 

Hvat: Leitisstein Live
Hvør: Eivør Pálsdóttir
Hvar: í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: í kvøld, týskvøldið, kl. 21
*Lurtararnir kunnu eisini geva sítt íkast til sendingina við at senda smsboð á 224000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744