Oljuinnflutningurin minkaði meira enn hálva milliard

Oljuinnflutningurin minkaði meira enn hálva milliard
Olja og brennievni eru influtt fyri góða hálva milliard minni frá mai í fjør til apríl í ár, upplýsir Hagstovan  
Innflutningurin er minkaður.
 
19.06.2024 - 06:30

Eisini í apríl gjørdi lækkaði oljuprísurin mun í føroysku innflutningstølunum.

Frá mai í fjør til apríl í ár er innflutt fyri eina milliard og 600 milliónir krónur minni enn frá 2022 til 2023.

Talan er um 12 prosent.

Olja og brennievni eru innflutt fyri góða hálva milliard minni frá mai í fjør til apríl í ár, upplýsir Hagstovan.  

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður 744 milliónir, ella 20,5 prosent. 

Hetta er fyri tað mesta skip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863