Hálvt triðja ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku av børnum

Hálvt triðja ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku av børnum
Maðurin tók við dóminum. Ákæruvaldið vildi hava harðari revsing
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
19.06.2024 - 12:34

Ein maður er í Føroya rætti dømdur hálvt triðja ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku av børnum.

Maðurin tók við dóminum. Hann var ákærdur fyri 18 ymisk brot á revsilógina.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur, at dømdi maðurin játtað seg sekan í øllum ákærum. Ákæruvaldið vildi hava harðari revsing. 

 

Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri

 

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við høvuðsákæran í útvarpstíðindunum, tá dómurin var sagdur:

 

19062024_Katrin_til_net

 

Fleiri enn 30.000 myndir og filmsbrot

Talan var um brot á grein-236 í revsilógini, sum snýr seg um barnapornografi, og grein-216 í revsilógini, sum snýr seg um neyðtøku - í hesum føri av børnum.

Sambært ákæruritinum hevði maðurin meira enn 29.000 myndir og meira enn 2.200 filmsbrot við pornografiskum tilfari av fólki, undir 18 ár. Tilfarið fann løgreglan, tá húsarannsókn varð gjørd heima hjá honum. Maðurin var ákærdur fyri at hava tilfarið í varðveitslu. Og hann var eisini ákærdur fyri at hava deilt meira enn 50 myndir og filmar av hesum slag.

Haraftrat var hann ákærdur fyri á sosiala miðlinum Twitter, sum nú eitur "X", í fýra umførum at hava vera við til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár við at hava eggjað brúkarar uttan fyri Føroyar at neyðtaka børn, og at hava vegleitt teir um, hvørjar kynsligar gerðir, teir skuldu gera móti børnunum.

 

Í varðhaldi síðani í januar

Maðurin varð handtikin í januar í ár, og hann hevur verið í varðhaldi síðani.

Í ákæruritinum vóru tríggjar ákærur um brot á grein-216, stk.2 í revsilógini.

Í hesum ákærum verður eisini víst til grein-225 í revsilógini, sum sigur, at ásetingarnar um neyðtøku eru eisini galdandi fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. Og tær eru somuleiðis galdandi, tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115