Hava ikki tikið støðu til, um meiri alifiskur skal takast á Vágsfirði

Hava ikki tikið støðu til, um meiri alifiskur skal takast á Vágsfirði
Bæði Heilsufrøðiliga starvsstovan og Bakkafrost taka royndir, og tær fara at vísa, um grundarlag er fyri at leingja tíðina, sum fiskurin gongur í ringunum
Tá ILA-smittan var staðfest á Vágsfirði, var nógvur alilaksur tikin og kruvdur á virkinum hjá Bakkafrosti í Vági, áðrenn hann var sendur norður á virkið á Glyvrum.
 
28.06.2024 - 18:00

- Enn er støða ikki tikin til, um aliringarnir á Vágsfirði, har eingin ILA-smitta er staðfest, skulu tømast. Men hon verður tikin í næstum.

Tað sigur Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðari á veterinerdeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, um ILA-smittuna, sum varð funnin í aliringum hjá Bakkafrosti á Vágsfirði.

Bæði Heilsufrøðiliga starvsstovan og Bakkafrost taka royndir, og tær, saman við ørðum váðametingum, fara at vísa, um grundarlag er fyri at leingja tíðina, sum fiskurin gongur í ringunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28062024_ILA

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558