Lógaruppskot gjørt um yvirtøku

Lógaruppskot gjørt um yvirtøku
Danska stjórnin hevur nú sent til hoyringar lógaruppskot um, at Føroyar yvirtaka Íleggingargrunnin 1. januar 2025
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, samdust í januar um, at Føroyar yvirtaka Íleggingargrunnin. nauaist
 
02.07.2024 - 06:31

Danska stjórnin hevur nú sent til hoyringar lógaruppskot um, at Føroyar yvirtaka Íleggingargrunnin 1. januar 2025.

Góðar 650 mió. kr. eru í grunninum, sum kom í 1964.

Statskassin hevur goldið pengarnar, sum grunnurin hevur fingið.

Stjórnin og landsstýrið samdust í januar í ár um yvirtøkuna.

Síðani 1976 hevur landsstýrið gjørt av, hvør er í nevnd grunsins.

Tað hevur eisini síðani 1976 ásett reglurnar um grunnin. 

Íleggingargrunnurin hevur millum annað fíggjað útbyggingar hjá SEV, brúnna um Streymin, tunlar og flogfør hjá Atlantic Airways. 

Eisini var ein partur av fænum í grunninum nýttur til at útbyggja flogvøllin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025