- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunufelagið og landsstýrismaðurin umrøða Familjudepilin
Leiðslan í Kommunufelagnum fer - saman við politisku leiðsluni í felagnum - í morgin á fund við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, at umrøða Familjudepilin.
- Fyrr í ár var formansskapurin í Kommunufelagnum á fundi við landsstýrismannin, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.
Hetta var eftir áheitan frá Barnaverndartænastunum, sum søgdu, at tænastan á Familjudeplinum ikki var til.
- Vit kundu tá bara staðfesta, at einki tilboð var á Familjudeplinum, hóast løgtingið í fleiri ár hevði játtað Almannaverkinum fýra milliónir krónur um árið til júst Familjudepilin, sigur Eyðun Christiansen.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, saman við Tórbirni Jacobsen, formanni í Kommunufelagnum, og Heðini Mortensen, næstformanni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Brúka ikki tilboðið
Eftir fundin við Djóna Nolsøe Joensen varð ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur settur, sum kom við sínum tilmæli seinast í apríl.
Trupulleikin var, sambært arbeiðsbólkinum, at kommunurnar brúktu ikki tilboðið, tí tað var ikki nøktandi. Bólkurin er samdur um, at eitt betri og breiðari tilboð eigur at verða sett á stovn.
- Vit hava so viðgjørt tilmælið innanhýsis saman við Barnaverndartænastunum og borgarstjórunum, og vit taka undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, sum millum annað mælir til at eitt breiðkað tilboð verður gjørt, sigur Eyðun Christiansen.
Hann sigur, at síðani arbeiðsbólkurin handaði sítt tilmæli, hava kommunurnar einki hoyrt frá landsstýrismanninum.
Eftir áheitan hevur Djóni Nolsøe Joensen nú boðið teimum til fundar at viðgera Familjudepilin, sigur Eyðun Christiansen.
Kommunufelagið hevur víst á, at einki tilbioð er á Familjudeplinum, hóast peningur er játtaður á fíggjarlógini.
Merkir virksemið hjá Barnaverndarstovuni
Sambært Barnaverndarstovuni er tað ein trupulleiki, at eingin familjudepil er.
Í ársfrágreiðing sínari fyri 2023 skrivar Barnaverndarstovan, undir yvirskriftini "Barnavernd uttan familjudepil ár um ár" ..., millum annað, at manglandi familjudepilin nú á triðja ári hevur merkt virksemið hjá Barnaverndarstovuni.
"Tað er ein órímiligur meinbogi, at ikki ber til at vísa familjum til familjudepil, og tað ger føroyska barnaverndararbeiðið ófullfíggjað.
Avleiðingin er í fyrsta lagi, at barnaverndartænastunum vantar amboð til neyvar eygleiðingar av foreldraførleika.
Fáa ikki møguleikan at búnast sum foreldur
Í øðrum lagi hevur manglandi familjudepilin við sær, at foreldrini ikki fáa møguleikan at búnast sum foreldur, samstundis sum tey verða eygleidd og fáa ráðgeving.
Hetta merkir, at neyðugt verður at gera fleiri foreldraførleikakanningar av sálarfrøðingum, ið hevur við sær munandi eyka útreiðslur.
Sostatt kann bæði vera orsøk at síggja fyri sær umsorganaryvirtøkur, ið sloppið kundi verið undan, og at børn í summum førum verða verandi í heimum, har tað møguliga var fyri barnanna besta, at tey vórðu sett heiman," stendur í ársfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovu Føroya.