Frítikni leiðarin á Skálagarði: Ófantaligt og ósakligt

Frítikni leiðarin á Skálagarði: Ófantaligt og ósakligt
Mildrid á Lógv undrast á, at stjórin í Almannaverkinum tosar um nýggja leiðslu á Skálagarði, sjálvt um hon ikki hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn
Skálagarður. Nú loysir frítikni leiðarin posabandið.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
05.07.2024 - 13:21

- Talan er ikki um nakra ósemju frá mínari síðu, men um einvegis álop frá mínum arbeiðsgevara á meg. 

Tað sigur Mildrid á Lógv, sum 1. mai var frítikin fyri tænastu sum leiðari á Skálagarði í Klaksvík, sum er heim fyri fólk við seinheilaskaða.

Í lesarabrævi í Norðlýsinum loysir hon posabandið.

 

Ófantalig og ósaklig burturvísing

Mildrid á Lógv kallar burturvísingina av Skálagarði ófantaliga og uttan nakra sakliga grund. Tískil valdi hon at skriva til Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, at biðja um ein fund.

Heldur enn at svara henni, hoyrir hon Edvard Heen í útvarpinum, har hann, sambært Mildrid á Lógv, brúkar hennara hugskot um endurmenning og samstarv við Klaksvíkar sjúkrahús.

Eisini fylist hon á, at stjórin í Almannaverkinum tosar um nýggja leiðslu á Skálagarði longu í august, meðan hon enn ikki hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn. 

- Í staðin fyri at stuðla mær í uppbyggjanini av stovninum, so hevur leiðslan mótarbeitt mær tað mesta av tíðini. Men nú sær tað út, sum at onkur annar ætlar sær at taka æruna av mínum arbeiði, sigur Mildrid á Lógv.

 

Nú sær tað út, sum at onkur annar ætlar sær at taka æruna av mínum arbeiði.

                 Mildrid á Lógv í grein í Norðlýsinum

 

Boðaði frá í januar

Í januar boðaði hon Almannaverkinum frá, at okkurt mátti henda reint yvirskipað, fyri at Skálagarður skuldi liva upp til endamálið fyri endurmenningarpartin. 

- At svarið skuldi blíva at siga meg úr starvi, í staðin fyri at taka væl ímóti tí, sum eg vísti á, er sera órættvíst, sigur heimsendi leiðarin. 

Víðari skrivar hon:

"...at Elin Danielsen, eindarleiðari, ætlar at siga meg upp í hesi uppbyggingarfasu, har tað hevur eydnast mær at byggja grundina upp og skapað trivnað bæði millum starvsfólk og búfólk, er púra ófatiligt. Hetta er so óvirðilig viðferð, at eg ikki havi orð fyri hesi takkarløn, sum er grátulig. Byrjanin var sera hørð við skiftandi starvsfólkum, og eg havi offrað meg 150 % fyri Almannaverkið seinasta 1 1/2 árið, so her má onkur misskiljing vera. Vónandi virðismetir tú mín eldhuga og arbeiðsinnsats, somuleiðis trivnaðin hjá búfólkum og starvsfólkum, sum øll ynskja meg aftur sum leiðara á Skálagarði. Karmarnir, sum eg havi arbeitt undir við starvsfólkatroti og tungari arbeiðsbyrðu fyri restina av starvsfólkahópinum, hava ikki verið optimalir. Allíkavæl havi eg megnað at fingið jalig úrslit burtur úr hesum, har trivnaður er, og borgarar hava gjørt framstig við at hava ment mistar førleikar."

At enda skrivar Mildrid á Lógv, at sum stjóri hevur Edvard Heen heimild til at seta hana aftur í starvið sum leiðara á Skálagarði. Vónandi ger hann tað, sum øll á Skálagarði ynskja.

Útvarpið hevur í dag samskift við Mildrid á Lógv, men hon hevur ikki fleiri viðmerkingar fyrr enn í næstu viku.

Les skrivið frá Mildrid á Lógv í Norðlýsinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477