- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ruth Boetius nýggj forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Ruth Boetius nýggj forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Forkvinnan seinastu nógvu árini, Vígdis Johannesen, stillaði ikki uppaftur
Mynd: Mynd av Facebook-vanga
06.07.2024 - 10:02
Ruth Boetius er nýggj forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Felagið hevði aðalfund í gjár, og tvey valevni vóru til forkvinnusessin: Ruth Boetius og Karin Højgaard.
Ruth Boetius vann valið við stórum meiriluta.
Karin Højgaard varð vald í nevndina.
Forkvinnan seinastu nógvu árini, Vígdis Johannesen, stillaði ikki uppaftur.
- Einaferð skal man gevast, sigur Vígdis Johannesen í stuttari viðmerking. Hon hevur verið forkvinna síðani nítiárini.
Gamla nevndin skal hittast í dag at skriva undir roknskapin, sigur Vígdis Johannesen.
Umleið 80 kvinnur møttu á aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í gjár, og tað var ein sera góður fundur, sigur Vígdis Johannesen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV