Mikkjal Thomassen nýggjur venjari hjá AIK

Mikkjal Thomassen nýggjur venjari hjá AIK
Mikkjal Thomassen gevst sum venjari í Frerikstad í Noregi og tekur við sum venjari hjá svenska fótbóltsfelagnum AIK
 
15.07.2024 - 10:23

Mikkjal Thomassen gevst sum venjari í Frerikstad í Noregi og tekur við sum venjari hjá svenska fótbóltsfelagnum AIK. Tað skrivar heimasíðan hjá Fredikstad fótbóltsfelagnum. 

Á heimasíðuni fær Mikkjal Thomassen góð orð við sær á leiðini - at hann við góðum úrslitum hevur leitt Fredrikstad FK upp í bestu fótbólsdeildina.

Mikkjal tók við sum venjari í november 2022, og hevur staðið á odda fyri Fredikstad í 44 landskappingardystum og 7 dystum í norsku steypakappingini. 

- Tað er sjáldsamt at vit taka so ókendar, men kortini so tryggar avgerðir, sum tá vit settu Mikkjal í starv. Vit fingu ein høvuðsvenjara, sum hevur stuðlað uppundir venjingarmentanina og standardin, sum, vit vilja, skal sermerkja FFK, sigur ítróttarstjórin hjá Fredrikstad, Joacim Heier. 

Expressen, Aftonbladet og Nettavisen skriva, at talan er um svenska stórfelagið AIK, har Mikkjal skal taka við eftir Henning Berg, sum var koyrdur sum venjari. Mikkjal fer úr starvinum fyrrapartin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306