Mikkjal Thomassen í AIK til 2027

Mikkjal Thomassen í AIK til 2027
Mikkjal Thomassen verður venjari hjá svenska stórfelagnum AIK í Stokkhólmi. Fyrrverandi KÍ-venjarin hevur gjørt sáttmála til árskiftið 2026/27
 
16.07.2024 - 20:24

Mikkjal Thomassen skal venja svenska stórfelagið AIK í Stokkhólmi til 2027. Tað kunngerð felagið á heimasíðu síni í kvøld.

 - Eg komi til felagið fyri at kempa og arbeiða hart. Fyri merkið, fyri viðhaldsfólkini og fyri spælararnar. Fyri at vinna tykkara álit og virðing, sigur fyrrverandi KÍ-venjarin sambært aikfotball.se.

AIK liggur í løtuni miðskeiðis á stigatalvuni í bestu svensku deildini, Allsvenskan, sum er næstan hálvspæld, og tað hevur ikki verið nøktandi fyri felagið. Nú siga tey seg hava fingið fatur í rætta venjaranum.

 - Mikkjal var okkara fyrsta val, og hann er júst tað, vit leitaðu eftir. Eg eri sannførdur um, at hann saman við venjarabólkinum fer at bøta um bæði venjing og úrslit, so hesi verða millum tey bestu í Norðurlondum, sigur ítróttastjórin hjá mansliðnum, Thomas Berntsen.

48 ára gamli Mikkjal Thomassen kemur úr norska Fredrikstad FK, har Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen spæla. Í fjør tryggjaði hann felagnum uppflyting, og úrsltini í bestu deildini hava verið somikið góð, at Fredrikstad FK í løtuni liggja á 5. plássi.

Áðrenn tað var hann í nógv ár venjari hjá KÍ, sum undir hansara leiðslu vann bæði steypakappingar og meistaraheiti.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858