G! 2024: 10 ting tú mást hoyra og uppliva

G! 2024: 10 ting tú mást hoyra og uppliva
Í dag fer G! festivalurin 2024 av bakkastokki. Hetta er 20. útgávan av G! festivalinum, og her eru 10 ting, ið tú mást uppliva á G! í ár
Mynd: Anne-Laure Amayon  
 
18.07.2024 - 06:00

1) Of Monsters And Men (IS)
Leygarkvøldið, Sandurin, kl. 22.45

Avgjørda høvuðsnavnið á ársins G! festivali kemur úr Íslandi. Talan er um bólkin Of Monsters And Men, ið bleiv stovnaður í 2010 til árligu tónleikakappingina Battle of the Bands, men sum longu við debutplátuni í 2011, "My Head Is an Animal", hittaði stórt í USA og øðrum pørtum av heiminum. Debutplátan megnaði upp á ovastu rók á hittlistunum í Avstralia, Íslandi, Írlandi, umframt at hon náddi heilt um á eitt sætta pláss á US Billboard 200-hittlistanum. Serliga sangurin "Little Talks", ið er eyðkendur fyri herrópið "Hey!", gjørdist eitt monsturhitt, ið gekk sína sigursgongd kring heimin. Sangurin fekk eisini heiðurin at gerast fyrsti íslendski sangurin, ið rakk upp á eina milliard spælingar á Spotify. Eisini sangirnir "Dirty Paws", "King and Lionheart" og "Mountain Sound", ið eisini eru á finna debutplátuni, gjørdust hitt. 

 

2. Omar Souleyman (SY)
Leygarkvøldið, Spæliplássið, kl. 24.00

Frá upphavinum, so hevur G! festivalurin altíð borðreitt við skeivum og øðrvísi innsløgum á skránni. Øll, ið eru nóg gomul, minnast indiska dansaran, sum var við fyrstu árini. Síðani hava G!-gestirnir kunna upplivað serskølta sirkusið Hellzapoppin úr USA, Johnny Reimar & His Party Band úr Danmark, The Tennessee Mafia Jug Band úr USA, og í fjør var tað finski Annti Paalanen, ið spældi teknotónleik við einari harmoniku. Alt upplivingar, ið hava fest seg og eru við til at skapa serliga G!-huglagið. 

Í ár er skeiva innslagið á skránni sýriski brúdleypssangarin Omar Souleyman, ið sigst hava givið 500 bond út við sínum brúdleypstónleiki. Omar Souleyman spælir teldugjørdan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí. Hetta er ikki tónleikur, ið vit vanliga hoyra um okkara leiðir, men fólk mugu ikki lata seg lumpa, tí Omar Souleyman er ein heimsstjørna, ið hevur samstarvað við Four Tet og Björk. Hann hevur framført á Glastonbury, Roskilde, Bonnaroo, Pitchfork Paris og til Nobel friðarheiðurslønarkonsert í Noregi. 

 

3. Highasakite (NO)
Fríggjakvøldið, Sandurin, kl. 22.45

Í 2016 var norski bólkurin Highasakite eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum. Konsertin stendur eftir sum ein tann besta á Summarfestivalinum nakrantíð - kanska sum ein tann besta í Føroyum yvirhøvur. Stílurin er stórsligin indie-poppur, og fremst í myndini stendur sangarinnan Ingrid Helene Håvik.G!-fyriskipararnir lova fólki eina serliga uppliving á Sandinum fríggjakvøldið. Nógv verður gjørt burtur úr at skapa tað størsta showið, ið tað yvirhøvur ber til at fáa upp á beinini á G! festivalinum. "Vit vænta sanniliga, at hetta verður ein tann mest hugtakandi konsertin, sum nakrantíð er farin fram í Föroyum," skrivar G! á heimasíðuni. Herfyri vóru Highasakite á vitjan í Føroyum fyri at skoða umstøðurnar. 

skeivur_sum_ein_hanadreki

 

4. Jamie Grey (UK)
Fríggjakvøldið, Spæliplássið, kl. 21.45

Onkuntíð fært tú bara eina kenslu av, at eitt tónlistafólk stendur á gáttini til eitt ordiligt gjøgnumbrotið, um sól og máni bara standa rætt fyri viðkomandi. Ta kensluni fært tú, tá tú lurtar eftir enska Jamie Grey. Bretin hevur júst hevur givið sína debutplátu út, "Late Bloomer", hóast hann er farin um tey tríati. Gávurnar hjá Jamie Grey at skriva og framføra tónleik eru so góðar, at tað nærmast ógjørligt at ímynda sær, at hetta ikki verður eitt navn, ið vit fara at hoyra meira til í framtíðini. Talan er eisini um ein sera eyðmjúkan og fyrikomandi mann, ið eisini hevur menniskjaligu eginleikarnar til at røkka og røra fólk við sínum tónleiki. Hetta kom sera greitt fram í samrøðu við Jamie Grey í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum. Tað er sera sannlíkt, at fólk fara at tosa um, at tey vóru til staðar, tá Jamie Grey framførdi á Spæliplássinum á G! 2024. 

 

5. Hamferð
Fríggjakvøldið, Sandurin, kl. 01.10

Hvørja ferð føroyski dómadagstungmálmsbólkurin Hamferð hava spælt á G! festivalinum, so hevur hann bergtikið áhoyrararnar og ognartikið Sandin. Nú kemur Hamferð aftur á Sandin í Syðrugøtu við einum meistaraverkið í skjáttuni. "Men Guðs hond er sterk", ið viðgerð syrgiligu skaðagrindina í Sandvík í 1915, tá 14 mans í bestu árum sjólótust, er besta plátan, ið bólkurin higartil hevur latið úr hondum. Lagt er tískil upp til eina heilt serliga uppliving á Sandinum fríggjakvøldið klokkan 01.00, tí tónleikurin hjá Hamferð er eins stórsligin og føroyska landslagið, eins sorgblíður og føroyska huglagið, og eins tungur og stevið í føroyska dansinum. Sangirnir á "Men Guðs hond er sterk" fara uttan iva á eina himmalferð afturvið alduduninum á Sandinum fríggjakvøldið. 

 

6. Fjósið
Allar dagarnar

Í fjør bleiv Grundin strikað sum pallur á G! festivalin, og tað er lítið sannlíkt, at Grundin kemur afturíaftur sum pallur á G! festivalinum. Harvið fór ein av mest ikonisku tónleikapallum í Føroyum nakrantíð í søguna. Men samstundis bleiv Fjósið, ið hevur verið partur av G!-skránni í nøkur ár, uppraðfest sum pallur, og Fjósið er aftur í ár á tremur við spennandi konsertum og tiltøkum, og er tískil væl vert at vitja.

Serliga skráin í Fjósinum hósdagin krúthamrandi sterk. Ragnar Finsson, Elinborg og Silvurdrongur fara øll at framføra, har serliga konsertin hjá Silvurdrongi er serlig, tí hon er ein útgávukonsert. Fríggjadagin fer spennandi føroyski bólkurin Alias Morera at spæla konsert. Talan er um nýggjastu tónlistarliga verkætlanina hjá Filip Mortensen sum er kendur frá bólkum sum The Story Ends, Lady Fire, Lover Lover og The Ghost. Tað, ið higartil hevur verið at hoyrt frá Alias Morera er sera lovandi. Leygardagin verður afturvendandi gudstænasta í Fjósinum klokkan 11. 

 

7. Knút Háberg Eysturstein (FO)
Fríggjadagin, Sandurin, kl. 18.10

Plátan "Hjartasláttur" hjá Knúti Háberg Eysturstein var ein av sterkastu heildarútgávunum í 2023. Plátan fevnir onkurvegan um alt tað, ið hevur formað Knút sum menniskja og tónlistamann. Knút hevur granskað og skrivað um Regin Dahl. Hann er uppvaksin í gomlu føroysku útróðrarbygdini Leirvík, og slík støð hevur havið alt at siga. Ein stórsligin víðvøllur, bæði í ódn og logn. Havið bæði gevur og tekur. Um tað er í ævigt skiftandi sjóvarfallinum, at hjartaslátturin hjá teimum, sum hava sitið við havið, er at finna, veit eg ikki. Men sum lurtarar verða vit forkelað við løgum, útsetingum, spæli og sangi av ovastu hill á "Hjartasláttur". Onkursvegna upplagt, at Knút sleppur at framføra "Hjartasláttur" við havið á Sandinum í Syðrugøtu. 

 

8. Norska innrásin á G!
Allar dagarnar

Norðmenn ger enn einaferð innrás í Føroyum. G!-skráin í ár er á kjafti við norskum nøvnum. Highasakite er millum høvuðsnøvnini og fer at framføra fríggjakvøldið, men harumframt eru fleiri spennandi norsk nøvn á skránni, ið eru á veg fram. Leygardagin framføra Nelly Moar og Ash Olsen á Spæliplássinum ávikavist klokkan 19.30 og 21. 45. Ash Olsen er ein av bestu ungu rapparunum í Norra, meðan Nelly Moar er størsta R&B-vónin, ið tey eiga yviri í Noregi. Á skránni leygarkvøldið klokkan 00.15 er eisini Aiming for Enrike, sum er samansettur av tveimum tónleikaligu gandakallum, ið vinda munandi meira burturúr sínum ljóðførum enn fólk flest. Stílurin sveiggjar heilt frá shoegaze til techno, og er mentur gjøgnum fimm útgávur. Siðst norski bólkurin er Das Body, ið spælir punkdisko, og sum fer á pallin á Sandinum í kvøld klokkan 22.45. Á odda fyri bólkinum stendur Ellie Linden, ið verður lýst sum ein blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani.

 

9. Spælimenninir og ókeypis saltfiskur
Leygardagin, Sandurin, kl. 16.00

Spælimenninir eru ein av ryggjargeislunum hjá G! Spælimenninir hava verið fastir fúsir á G! heilt frá fyrsta G! festivalinum í 2002, tá bulurin av nøvnunum, sum vóru á skránni, komu beinleiðis frá Summartónunum. Ein annar ryggjargeisli eru ókeypis saltfiskurin á Sandinum leygardagin. Aftur í ár eru fólkatónleikaranøvn á skránni, sum stava beinleiðis frá góða samstarvinum við Summartónarnar. Umframt Spælimenninar, ið fara at spæla aftur við ókeypissaltfiskinum leygardagin, so fara Himmerland eisini á pallin á G!


10. Silent Disco (NO) feat. Sakaris
Hóskvøldið, Tjaldingarøkið, kl. 02.45

Í eini roynd at kveikja lív í aftur tjaldingarøkið á G! ið hevur sæð eitt sindur skallut út seinnu árini, so verður skipað fyri einum øðrvísi tiltaki á tjaldingarøkinum. Silent Disco, ið hugtók gestirnar á G! í fjør, verður aftur í ár, og leygarmorgunin verður eitt serligt Silent Disco á tjaldingarøkinum, har føroyski Sakaris fer at luttaka. 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18. - 20. juli
Nøvn: Of Moster and Men (IS), Highasakite (NO), Spectors (DK), Eivør (FO), Omar Souleyman (SY), Teitur (FO), Hamferð (FO), Swangah (FO), Einangran (FO), The Longest Johns (UK), Plúmm (FO), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Nelly Moar (NO), Enekk (FO), JJ Paulo (DK/TZ), Jógvan (FO), GRÓA (IS), Samba Tourë (ML), Dania O. Tausen (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Alias Morera (FO/DK), Sound of the Damned (GL), Das Body (NO), Himmerland (DK), James Blames (SCO/FO), Personal Trainer (NL), DJ Quien (DE), Songs From The Tin Pan Alley (DK), Spælimenninir 50 ár (FO), Playmo (FO), Die Færösche Polka Band (FO), Silent Disco Club (NO), Übernörd (FO)

 

Øll G!-skráin sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. oktober
Vikuskiftið 4. oktober 2024
181660
Fríggjadag 4. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 4. oktober 2024
180902
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk 3.oktober 2024
180616
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk: Phil Mogg um Moggs Motel
180614
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488