Meira latið í lønum

Meira latið í lønum
Vøksturin er størri hjá kvinnum enn hjá monnum
Yvir 12 milliardir krónur vera latnar í lønum um árið.
 
21.07.2024 - 09:40

12,4 milliardir krónur vóru latnar í A-skattaðum lønum frá juli í fjør til juni í ár. 

Tað eru slakar 700 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum var frá juli í 2022 til juni í 2023.

Vøksturin er 5,8 prosent.

Og hann er størri hjá kvinnum enn hjá monnum, 7,7 prosent hjá kvinnunum og 4,6 prosent hjá monnunum.

Men menninir áttu tó 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av lønunum.

Hagstovan hevur endurskoðað og broytt lønarhagtølini.

Millum annað eru 300 milliónir komnar aftat í 2023, so lønirnar tað árið ikki vóru 11,9 men 12,2 milliardir krónur.

Vøksturin kemur av, at hagtølini nú eisini umfata arbeiðsgevarar, sum eru í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.

Teir eru mettir at vera partur av føroyska búskapinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542