Havt koyrikortið í minni enn trý ár, men koyrdi 133 km/t

Havt koyrikortið í minni enn trý ár, men koyrdi 133 km/t
Ein bilførari, sum hevur havt koyrikort í minni enn trý ár, fekk koyriforboð í gjár, tí hann, sambært máting hjá politinum, koyrdi 133 km/t.
Tilvildarlig mynd
Mynd: Savnsmynd / Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.07.2024 - 11:28

Løgreglan gjørdi ferðkanningar í Kollafirði í gjár. 

Ein bilførari, sum hevur havt koyrikort í minni enn trý ár, fekk koyriforboð í gjár, tí hann, sambært máting hjá politinum, koyrdi 133 km/t.

Ein annar, sum koyrdi 104 km/t, fekk sekt, og ein, sum koyrdi 105 km/t, fekk klipp í koyrikortið og sekt.

 

Hvør hevur borið við ferðsluljós?

Politiið vil fegið frætta, um onkur veit, hvør hevur borið við ferðsluljósið, sum hongur yvir R.C. Effersøesgøtu í Havn.

Ljósið er góðar sjey metrar uppi.

Fráboðan kom klokkan hálvgum sjey i gjárkvøldið um, at ferðsluljósini í R.C. Effersøesgøtu virkaðu ikki.

Orsøkin var, at onkur hevur rakt ljósið, sum hongur yvir vegnum.

Tríggjar tímar seinni lýstu ferðsluljósini aftur.

 

Gjørdi seg inn á tollara

Og ein maður var tikin á flogvøllinum í gjár, tí hann gjørdi seg inn á ein tollara.

Maðurin kom við flogfari og var rættiliga ávirkaður, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634