Útilokar ikki útflýgging

Útilokar ikki útflýgging
Danska løgmálaráðið útilokar ikki, at Danmark fer at lata Japan Paul Watson
Paul Watson er framvegis í varðhaldinum í Nuuk.
 
28.07.2024 - 10:14

Danska løgmálaráðið útilokar ikki, at Danmark fer at lata Japan Paul Watson.

Løgmálaráðið heldur ikki, at tað frammanundan kann vísa frá sær ynskið hjá Japan um at fáa Paul Watson útflýggjaðan.

Tað sigur Løgmálaráðið í skrivligum svari til donsku tíðindastovuna Ritzau.

Ráðið nevnir grønlendsku útflýggingarlógina.

Hon sigur, at ein meting skal gerast, um til ber frammanundan at vísa aftur kravi um at fáa fólk útflýggjað úr Grønlandi.

Metingin skal byggja á tær upplýsingar, sum longu eru tøkar.

Og tær upplýsingarnar geva ikki orsøk til longu nú at vísa aftur kravinum um útflýgging, skrivar Løgmálaráðið.

Ikki frætt úr Japan enn

Formliga áheitanin um útflýgging er ikki komin úr Japan enn.

Hon eigur at koma í seinasta lagi 30 dagar eftir handtøkuna.

Tá hon er komin, skal Løgmálaráðið viðgera spurningin av nýggjum.

Paul Watson var tikin í Nuuk 21. juli.

Hann er varðhaldsfonglsaður har til 15. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083