Sverri tók seg í hálvfinalurnar eftir góðan endaspurt

Sverri tók seg í hálvfinalurnar eftir góðan endaspurt
Sverri Sandberg Nielsen róði seg trygt í OL-hálvfinalurnar fyri einskullara. Miðvingurin endaði í 2. plássi í fjórðingsfinaluni aftanfyri Thomas Mackintosh úr Nýsælandi
Sverri Sandberg Nielsen vísti, at hann framvegis eigur ein góðan endaspurt, tá hann róði seg í OL-hálvfinaluna
Mynd: Bertrand Guay/AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.07.2024 - 09:43

Sverri Sandberg Nielsen hevur róð seg í OL-hálvfinalurnar fyri einskullara.

Miðvingurin endaði á 2. plássi í fjórðingsfinaluni fyrrapartin aftanfyri Thomas Mackintosh úr Nýsælandi.

Nýsælendingurin vann við tíðini 06:48.01, og Sverri Sandberg Nielsen kom á mál umleið hálvt annað sekund seinni við 06:49.69.

Bruno Cetraro Berriolo úr Uruguay fekk triðja plássið í hálvfinaluni við tíðini 06:51.43

Leingi var spenningur í róðrinum, og Sverri Sandberg Nielsen kappaðist við Berriolo og Lucas Verthein Ferreira úr Brasil um plássini aftanfyri Nýsælendingin. Men á síðstu 500 metrunum vísti føroyingurin, at hann framvegis eigur einn góðan endaspurt, tá hann róði seg av 3. og fram á 2. plássið.

Rógvararnir úr Brasil, Monako og Hong Kong vóru ov stuttir.

OL--hálvfinalan hjá Sverra Sandberg Nielsen verður hósdagin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juli
Morgunlestur týsdagur 30. juli 2024
178452
Mánadag 29. juli
Ólavsøka í Studio 4
178619
Mánadag 29. juli
Søgan um Hank Williams (7:8)
176860
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænastan 2024
178627
Mánadag 29. juli
Video: Ólavsøkuróðurin, 5mf kvinnur
178624
Mánadag 29. juli
Video: Ólavsøkuróðurin. 10mf
178623
Mánadag 29. juli
Video: Ólavsøkuróðurin, 6mf menn
178622