Vit brúktu meiri olju í fjør og dálkaðu tí eisini meiri

Vit brúktu meiri olju í fjør og dálkaðu tí eisini meiri
Føroyar brúktu 7.000 tons meiri olju í fjør enn í 2022, sigur Hagstovan
Vit føroyingar brúktu 301.000 tons av olju í fjør
Mynd: John Johannessen  
 
06.08.2024 - 06:03

Føroyar brúktu 7.000 tons meiri olju í fjør enn í 2022, sigur Hagstovan.

Vit brúktu 301.000 tons av olju í fjør.

Vøksturin er tvey prosent.

"CO2 útlátið var tí eisini størri í fjør enn í 2022," sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Umhvørvisstovuni.

 

Ídnaðurin stóri syndarin

Ídnaðurin brúkti 8.289 tons meiri olju í 2023 enn í 2022.

SEV brúkti 4.000 tons meiri.

Fiskiskipini brúktu sløk 1.000 tons meiri, men onnur skip brúktu sløk 1.200 tons minni, vísa tølini hjá Hagstovuni.

Akfør brúktu eisini minni í fjør, 1.250 tons minni.

 

Húsarhaldini brúka minni olju

Størsta minking er í bólkinum húsarhald og felagsskapur.

Har var minkingin sløk 3.000 tons.  

Tølini vísa, at oljunýtslan var óvanliga stór í 2021, uttan hjá ídnaðinum, har var hon 5.600 tons minni enn í 2020.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763