Amerikanskur ráðharri kemur til Føroya

Amerikanskur ráðharri kemur til Føroya
Mikudagin kemur amerikanski herflotaráðharrin, Carlos Del Toro, til Føroya
Mynd: Shutterstock.com  
 
12.08.2024 - 07:50

Mikudagin kemur amerikanski herflotaráðharrin, Carlos Del Toro, til Føroya.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, er vertur.

Mikudagin hava landsstýrismaðurin og herflotaráðharrin fund, har teir millum annað fara at tosa um trygdarstøðuna í Norðurhøvum, samstarv og viðurskifti landanna millum.

Herflotaráðharrin skal eisini hitta uttanlandsnevndina og vitja Vørn, MEST, Arktis Kommando og Atlantic Airways.


Amerikanskur kavbátur á Oyrareingjum. Amerikonsk herskip eru javnan í Føroyum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717