Landsstýrið fer at krevja pengar fyri tey, ið eru liðugt viðgjørd

Landsstýrið fer at krevja pengar fyri tey, ið eru liðugt viðgjørd
Ætlanin er, at kommunurnar ella teir myndugleikar, sum varða av teimum liðugt viðgjørdu, skulu gjalda, tá ikki verður tikið ímóti eftir lokna viðgerð
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.08.2024 - 09:21

Enn einaferð ætlar landsstýrið at krevja pengar frá teimum, sum varða av teimum, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, men ikki kunnu fara haðani, tí tey hava ongastaðni at fara.

Ætlanin er at koma við uppskoti í løgtingið í februar næsta ár, sigur landsstýrið.

Ætlanin er, at kommunurnar ella teir myndugleikar, sum varða av teimum liðugt viðgjørdu, gjalda, tá ikki verður tikið ímóti eftir lokna viðgerð, til dømis tí eingin heimarøkt ella einki búpláss eru. 

Slík skipan er longu í grannalondunum. 

Lógin um sjúkrahúsverkið skal broytast fyri at geva heimild at krevja slíkt gjald.

 

Ikki nýggj tvístøða

Spurningurin er ikki nýggjur. Fyri tíggju árum síðani ætlaði Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður í heilsumálum, at koma við uppskoti um gjald frá kommununum fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar.

Lógaruppskotið kom í løgtingið í 2015, men uppskotið fall.    

Tann 30.apríl í ár vóru sjey fólk í sjúkrahúsum í Føroyum, hóast tey vóru frísk.

Onkur teirra hevði verið har í átta mánaðir.

Tey vóru har, tí tey høvdu ongastaðni at fara. Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

 

876 seingjardagar bara í ár

Talið hevur verið á leið tað sama øll árini, síðani skrásetingin byrjaði í 2020.

Til og við apríl í ár hava 47 frísk fólk verið í sjúkrahúsi, átta yngri enn 67 og 39 vóru 67 ár ella eldri.

Tey hava havt 876 seingjardagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439