Harðskapur á Tórsfest: Nú verður mett um málið løgfrøðiliga

Harðskapur á Tórsfest: Nú verður mett um málið løgfrøðiliga
Málið um harðskap á Tórsfest hin 26. juli, har ein 20 ára gamal maður fekk brotið kjálkabeinið, er nú sent til juridiska vurdering, sigur løgreglan
Myndir, ið mamman at unga manninum hevur tikið
Mynd: Privatar myndir  
 
14.08.2024 - 11:26

Ongin er enn skuldsettur í málinum, tá ein 20 ára gamal maður fekk brotið kjálkabeinið illað á Tórsfest hin 26. juli. Hóast tað, so hevur løgreglan ein varhuga av, hvørji fólk hava verið uppií.

Málið er nú sent til juridiska vurdering, sum tað eitur á politi-máli. Har skal ein sakførari gera eina meting av málinum.

Nógv fólk eru avhoyrd, og fleiri skulu framvegis avhoyrast. 

 

Ongar myndir ella videobrot fingið

Løgreglan arbeiðir framvegis við at finna út av, hvat í veruleikanum hendi hatta kvøldið.

- Talan er um ein bardaga, har torført er at fáa greiðu á, júst hvat hendi, og hvør gjørdi hvat, sigur vaktleiðari, sum sigur, at frágreiðingarnar av hendingini eru sera ymiskar.

Hann sigur tó, at soleiðis sum løgreglan skilur tað, er talan ikki um, at tað skal hava verið eitt álop, har fleiri við vilja eru farin eftir einum persóni, sum fyrr hevur verið ført fram. 

Løgreglan hevur biðið fólk, sum vóru á staðnum, um at senda myndir ella sjónbond av hendingini, men enn hevur løgreglan onki fingið inn.

Ongi vakmyndatól vóru á økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606