Samgongulimur: Antitrustreglurnar í fiskivinnuni skulu herðast fyrst

Samgongulimur: Antitrustreglurnar í fiskivinnuni skulu herðast fyrst
Antitrustreglurnar í fiskivinnuni skulu herðast, áðrenn brúksskylda verður løgd á uppsjóvarfisk, sigur Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2024 - 14:00

Uni Holm Johannesen, samgongutinglimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað er umráðandi, at antitrustreglurnar verða herdar, áðrenn brúksskylda verður løgd á uppsjóvarfisk. 

Antitrustreglurnar eru reglurnar um, at ongar fyritøkur mugu hava monopol upp á eina ávísa vinnu. 

"Í løtuni eru vit við til at avhenda alla fiskivinnuna til fýra stór reiðarí," staðfestir Uni Holm Johannesen. 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur enn einaferð lýst eina kunngerð, ið býtir yvir 17.000 tons av makreli til heimaflotan og rækjuskip - tær sokallaðu stuðulskvoturnar - ið eru til at selja. 

Dennis Holm hevur, síðani hann bleiv landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sagt, at makrelkvotur ikki skulu latast sum stuðul til skip, og tað er semja um hetta í samgonguni.

Men enn er ikki semja um, hvussu stuðulskvotur skulu avtakast. 

"Tað er ikki undirtøka fyri at avtaka undantakið fyri brúksskyldu uttan broytingar til dømis í skattalógini," sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.  

 

INNSLAG_Uni_Holm_Johannesen_um_antitrust

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329